
Talvsamband Føroya skipar fyri FM í talvi fyri gentur 2012, sunnudagin tann 26. februar kl. 14.00. Kappingin fer fram í Skúlanum í Kollafirði.
Les meira » 
Talvsamband Føroya skipar fyri FM í talvi fyri gentur 2012, sunnudagin tann 26. februar kl. 14.00. Kappingin fer fram í Skúlanum í Kollafirði.
Les meira »
NM fyri ungdóm: Høgni silvur!
NM-kappingin fyri skúlaungdóm er av, og føroyski hópurin kemur heim úr Finnlandi við einum silvurheiðursmerki í viðførinum. Tað var Høgni Egilstoft Nielsen í C-bólkinum, sum stóð fyri bragdinum. Høgni hevði eina hóvliga byrjan upp á kappingina við 2½ stigi eftir 4 umfør, men setti so føtur í spenni og vann bæði tey seinastu talvini. 4½/6 var nokk til eitt tríbýtt fyrstapláss, og eftir útrokningar av mótstøðustigum fekk Høgni annaðplássið og silvur. Eitt megnaravrik av sandavágsunglinganum, sum stóð stinnur, tá ið harðast leikaði á. (Eins og í Danmark í 2008 hevði sviin, Egor Norlin, betru mótstøðustigini og fór avstað við gullinum.)
Les meira »
NM fyri ungdóm: 5. umfar
5. umfar varð tað úrtøkubesta fyri føroyingarnar higartil. Hóast tað lættliga kundi verið til meira, má 5 stig av 9 møguligum sigast at vera sannur fongur. Tað einasta, vit veruliga kundu iðra okkum um, var, at Rógvi ikki tók av møguleikanum at leggja sjógv ímillum seg og nærmastu avbjóðararnar.
Les meira »
NM fyri ungdóm: 4. umfar
4. umfar var tað mest spennandi í kappingini higartil. Einu løtuna øtaðist venjarin fyri, at tað bert fór at verða til tað hálva stigið hjá Silasi, men næstu ferð, hann fór at lodda dýpið, høvdu vit vinnandi støður á fýra borðum og stóðu til minst 4 stig. Tað gjørdist til 2½ stig. Eitt sindur spell, tá ið hugsað verður um støðurnar, vit høvdu hasa einu løtuna, men eitt heilt gott avrik, tá ið hugt verður við objektivum brillum.
Les meira »
NM fyri ungdóm: 3. umfar
A-bólkurin
Hallgerður Thorsteinsdóttir (1969) – Heiðrikur T. Jacobsen (1899): 1-0
Heiðrikur nýtti pirc-uppsetingina við svørtum ímóti íslendsku gentuni. Tað bleiv eitt rokaligt talv. Gentan hevði fyrimunin at byrja við, men so kom Heiðrikur fyri seg. Hann skuldi tó allatíð vara sær fyri, at kongurin, sum stóð í miðjuni tann fyrsta partin av talvinum, ikki kom undir álop. Tá frúnnar komu av borðinum, var Heiðrikur við at taka yvir, men tíðin spældi honum eitt puss. Hann yvirsáð eitt riddaraskák og misti stutt eftir eina finnu. Hvíta fólkið slapp inn í støðuna, og so var farið.
Les meira »
NM fyri ungdóm: 2. umfar
A-bólkurin
Heiðrikur telvaði við hvíta fólkinum ímóti Vihtori Immonen (2125) og slapp beint út í tað, vit høvdu fyrireikað. Heiðrikur var omaná tað fyrstu løtuna, men eftir frúgvaavbýtið fekk finnin fyrimunin. Heiðrikur vardi seg tó væl, og hóast mótstøðumaðurin vann eina finnu, tryggjaði okkara maður sær nóg mikið av mótspæli til at halda riddaraendatalvið til javnleik. Leikurin g5! var serliga framsíggin.
Rógvi telvaði við svørtum ímóti norska Even Thingstad (2219). Rógvi telvaði nakað afturhaldið og kom tíðliga í talvinum at standa nakað kroystur. Tá tað sá svartast út, tók Rógvi tað røttu avgerðina og offraði mann fyri mótspæl ímóti hvíta konginum. Støðan var vunnin hjá normanninum, men hann var hart trýstur á klokkuni. Mótstøðumaðurin fann ikki bestu leikirnar, og endin var, at tað var Rógvi, sum hevði bæði ein og tveir mans í yvirtali og fór avstað við stiginum. Væl komið aftur av Rógva!
Les meira »
NM fyri unglingar: 1. umfar
A-bólkurin
Rógvi – Heiðrikur: Føroysku luttakararnir í elsta bólkinum møttust í fyrsta umfari. Teir skiftust um at snýta hvønn annan í byrjanini, og umvegis pirc kom talvið yvir í ein opnan variant av sisilionskum, sum hvørgin teirra hevur telvað áður. Báðir telvaðu kortini støðuna á skilagóðan hátt. Rógvi trýsti á d-linjuni, men Heiðrikur kontraði væl við mótspæli eftir f-linjuni. Støðan var jøvn, til Heiðrikur legði upp til eitt skeivt rókaavbýti. Rógvi gagnnýtti taktiska møguleikan, sum honum var givin, til at nápa eina finnu og síðani stigið.
Les meira »NM-hópurin er komin til Finnlands í øllum góðum. Flogið var úr Føroyum árla á morgni, og eftir stuttan steðg og millummála í Kastrup hildu vit víðari til Helsinki. Á flogvøllinum í Finnlandi stóð ein bussførari stóð fyri okkum við einum skelti, sum segði “Finnbjorn Vang”. Hann koyrdi okkum á hotellið, og kl. 19 høvdu øll tjekkað inn og fingið lyklar. Á flogvøllinum í Keypmannahavn fall prátið á kend fólk, vit hava sæð. Onkur segði seg einaferð hava sæð Michael Laudrup á flogvøllinum, og ein annar vildi vera við, at hann hevði gingið heilt tætt fram við Peter Schmeichel. Stutt eftir komu tveir av telvarunum, sum ikki høvdu verið við í prátinum, algoystir yvir at boða frá, at teir júst høvdu borið eyga við Caroline Wozniacki. Tíanverri vóru vit júst tá á veg yvir til fráfaringarhølið, so fotografurin fekk onga mynd. Vit búgva og telva á einum hotelli, sum sambært móttøkudamuni sjálvari liggur …
Les meira »IM Helgi vann trygt, les meira her
Les meira » 
14 telvarar tóku lut í vikuskiftiskappingini HT-Open, sum varð hildin í hølum Havnar Telvingarfelags 27. – 29. januar 2012. Eitt harmiliga lágt luttakarata einari kapping, sum fyri ikki nógvum árum síðani var eitt av hæddarpunktunum í føroyska talvkalendaranum.