Síðani Coronavirusið byrjaði at herja, hevur nógv telving verið á netinum. Talvsamband Føroya hevur skipað fyri kappingum á heimasíðuni chess.com. Nógvar kappingar verða eisini í mai mánaði. Øll eru vælkomin at luttaka.
Les meira »Samandráttir frá aðalfundunum
Aðalfundur Talvsambandsins varð hildin 30.09.2019 (við eyka-aðalfundi 11.03.2020)
Les meira »Grand Prix 2019/20
Grand Prix kappingin 2019/20 er av. Luttøkan í teimum 10 kappingunum hevur samanumtikið verið góð. Í miðal hava 30 luttakarar verið til hvørja kapping. Samanlagt hava heili 125 telvarar luttikið í teimum ymisku kappingunum, sum uttan iva er met.
Les meira »Norðurlendsk liðkapping
Bjóðað verður til Norðurlendska liðkapping, ið íslendska talvsambandið fyriskipar.Innbjóðingin er til øll talvfeløg í Føroyum.
Les meira »Talvkappingar fyri børn á netinum
Síðstu tíðina hava nakrar barnakappingar verið telvaðar á netinum. Nú verður hetta skipað undir TSF. Telvað verður á heimasíðuni chess.com.
Les meira »GP-Finalan verður telvað á netinum
Fyrsta royndin við at hava talvkapping á netinum gekk sera væl. Heili 76 luttakarar luttóku í kappingini. Tí er avgjørt, at GP-Finalan eisini verður telvað á netinum. Kappingin verður chess.com leygardagin kl. 17:00. Øll eru vælkomin at luttaka.
Les meira »Føroysk telving í næstum
Heilsumyndugleikarnir mæla frá at savnast óneyðugt og í stórum tali. Tískil hava nevndin og kappingarleiðarin tikið ta avgerð, at allar kappingar – við undantak av Grand Prix – verða útsettar. Eingin veit í verandi løtu, hvussu leingi tilmælini vara, og tískil verður avgjørt seinni, nær kappingarnar verða telvaðar. Kunnað verður skjótast gjørligt.
Les meira »HT-Open verður telvað á netinum
Tá ein hurð fer aftur, fer ein onnur upp. Síðstu tíðina hevur ikki verið møguligt at fyriskipa tiltøk, sum samla nógv fólk. Tí hevur heldur eingin almenn talvkapping verið. Men tað gingu ikki nógvir dagar, áðrenn talvkappingar blivu fyriskiparar á netinum. Nú verður so ein roynd gjørd at fyriskipa eina “ordiliga” talvkapping á netinum.
Les meira »Eingin telving komandi 2 vikurnar
Eftir at heilsumyndugleikarnir eru komnir við tilráðingunum um, at vit skulu taka coronavirusið í álvara og avlýsa óneyðug almenn tiltøk, hevur Talvsamband Føroya avgjørt, at eingin telving verður næstu tíðina.
Les meira »Úrslitini av barnakappingini í Kollafirði
8. mars var barnakapping í skúlanum í Kollafirði. 42 børn luttóku í kappingini. Næsta barnakapping verður á Eiði 29. mars. Meira kann lesast um hana við at trýsta her: Eiði
Les meira »