Ársaðalfundur var hildin í Runavíkar Talvfelag fríggjakvøldið hin 26. mars kl. 19:00. Fundurin var hildin í gamla skúlanum á Glyvrum, sum nú er felagshús hjá talvfelagnum.
Les meira »Høgni endurvann FM-heitið
Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 23 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í gjár páskaaftan vann umdystin um FM-heitið í talvi móti 36 ára gamla Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag.
Les meira »FM 2021 – fleiri myndir
Myndir frá FM 2021.
Les meira »FM 2021: Endaligu støðurnar í øllum bólkunum
Her eru endaligu støðurnar í øllum bólkunum.
Les meira »Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari, Brestir Samuelsen unglingaføroyameistari
Høgni Egilstoft Nielsen endurvann føroyameistaraheitið í talvi í dag, eftir umdyst móti Martini Poulsen. Úrsliti gjørdist 2½ – 1½ til Høgna. Brestir Samuelsen gjørdist unglingaføroyameistari eftir umdyst móti Róki Davidsen. Brestir vann samanlagt 3-2. Meira kemur seinni.
Les meira »Umdysturin beinleiðis
Talvini verða víst beinleiðis á http://live.faroechess.com/live.html FollowChess Landsliðsbólkur FollowChess Unglingabólkur https://www.chessbomb.com/arena/2021-faroese-chess-championship https://live.chessbase.com/watch/fai-ch-master-tb/ https://live.chessbase.com/en/Watch?id=FAI-ch-Master-TB https://live.chessbase.com/en/Watch?id=FAI-ch-Youth-TB-2021 https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/faroese-championship-2021
Les meira »Tólvti FM-umdysturin í hálva øld
Síðani farið var undir árligar FM-kappingar fyri einstaklingar í talvi í 1972, er tað við jøvnum millumbili komið fyri, at neyðugt hevur verið við umdysti, tí tveir ella fleiri eru endaðir javnir í oddanum. Soleiðis er aftur í ár. Tá sjeynda og síðsta umfar í FM-kappingini í Klaksvík var av í gjár, endaðu Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag javnir á fyrsta plássi í Landsliðsbólkinum. Teir fara tí at telva umdyst um FM-heitið í dag. Byrjað verður klokkan 14.00.
Les meira »Umdystur um FM
Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag skulu í morgin páskaaftan telva umdyst um FM-heitið 2021. Teir endaðu javnir í oddanum í landsliðsbólkinum við seks stigum hvør. Sjeynda og seinasta umfar í árligu FM-stevnuni í talvi fyri einstaklingar, sum Klaksvíkar Talvfelag hevur skipað fyri nú um páskirnar, var avgreitt á Skúlatrøð í dag. Men liðugt er kortini ikki enn, tí umdystur verður um FM-heitið í morgin páskaaftan – bæði hjá teimum vaksnu og teimum ungu.
Les meira »Umdystir um Føroyameistaraheitini
Dagsins úrslit í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum lagaða seg soleiðis, at neyðugt verður við umdysti. Í landsliðsbólkinum eydnaðist tað Høgna Egilstoft Nielsen at vinna á Hans Kristiani Simonsen, samstundis sum Martin Poulsen vann á Samsoni Højgaard. Høgni og Martin endaði tískil javnir á 1. plássi við 6 stigum hvør.
Les meira »FM 2021 – myndir frá 7. umfari
Myndir frá 7. umfari
Les meira »