Í døgunum 4. til 7. september 2025 varð skipað fyri FIDE Arbiters’ Seminar (dómaraskeið) í Keypmannahavn, danska talvsambandið, skipaði fyri.
Les meira »Høgni frálíkt úrslit
Føroyameistarin í talvi, Høgni Egilstoft Nielsen, vann nú um dagarnar stórmeistarabólkin í sterku donsku kappingini Copenhagen Chess Challenge. Føroyingurin tók øll á bóli við frálíka úrslitinum. Høgni var styrkismettur nummar seks av teimum tíggju telvarunum í stórmeistarabólkinum. Kortini var hann mentur at fara ósigraður gjøgnum tey níggju umførini og vinna kappingina.
Les meira »Javnt í ólavsøkutalvdysti
Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag endaði javnur 5 - 5. Hetta er fyrsta ferðin, síðan hesin tátturin var tikin uppaftur í 2021, at dysturin er endaður javnur. Havnarmenn vóru við yvirlutan á teimum ovaru borðunum, klaksvíkingar høvdu munin á aftaru borðunum. Telvað var á tíggju borðum í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen. Dysturin tók knappan tíma, talan var tí um kviktelving.
Les meira »Ólavsøkutelving
Eins og undanfarin ár fara havnarmenn og klaksvíkingar at telva ólavsøkuaftan. Byrjað verður beint eftir kappróðurin. Best sum finaluróðurin millum Havnarbátin og Klaksvíkingin er av, fara havnarmenn og klaksvíkingar undir annan harðan dyst sínamillum.
Les meira »Talvlega
Fyrsta vikuskiftið í mai varð skipað fyri talvlegu í skótahúsinum í Kollafirði, har 35 børn luttóku. Tiltakið byrjaði við talvundirvísing í trimum bólkum. Undirvísarar vóru Luitjen A. Apol, Haldur Suni Johansen og Árant Djurhuus.
Les meira »Talvhugni fyri gentur
Sunnudagin 15. juni skipaði Talvsamband Føroya, saman við talváhugaðum foreldrum, fyri talvhugna fyri gentum. Skótahúsið í Kollafirði var karmur um tiltakið, og 15 gentur í aldrinum 5-11 ár luttóku.
Les meira »Sigurð er ársins eldsál í talvi
Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.
Les meira »Sjónband og myndir frá FM 2025
Her eru nakrar myndir og eitt sjónabandabrot frá 7. og seinasta umfari í FM 2025.
Les meira »Vágamenn vunnu steypakappingina 2025
Tólv lið kappaðust í steypakappingini í gjár. Summi feløg høvdu fleiri enn eitt lið, Havnin og Klaksvík høvdu trý hvør, og Sandavágur tvey. Øll feløg vóru ikki við, eitt nú Rókur, Gøta og Suðuroyggin. Øll liðini telvaðu hvør móti øðrum, í alt ellivu umfør.
Les meira »Talvslóðarar heiðraðir
Havnar Telvingarfelag, sum í gjár skipaði fyri stóra, árliga steypakappingardegnum millum føroysk talvfeløg úti í Skúlaheiminum í Marknagili, nýtti eisini høvið til at tilnevna tríggjar av drúgvastu felagslimum sínum til heiðurslimir.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess