Føroyar vunnu tepran sigur á Palestina í triðja umfari á talvolympiaduni í Budapest í dag.
Les meira »Helgi í stórum stíli
Føroyar taptu 3-1 fyri Turkalandi í øðrum umfari á talvolympiaduni í Budepest. Dysturin var spennandi, og føroysku telvararnir góvu tí sterka turkiska liðnum dygga mótstøðu á øllum borðum.
Les meira »Vunnu á Santa Lucia
Føroyar fingu góða byrjan á talvolympiaduni í Budapest. Í fyrsta umfari í dag vunnu vit 3 -1 á Santa Lucia, sum er ein oyggj har eysturi í Karibia. 180.000 fólk býr á oynni, sum fyrr var undir bretskum veldi, men fekk sjálvstýri í 1979. Hetta er onnur ferðin, at oyggin er við á talvolympiadu. Telvarar haðani hava tí ikki mestu royndirnar, og ratingtøl og seeding varskógvaðu, at hetta var manning, sum Føroyar áttu at vinna á. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 og Santa Lucia nummar 169. Eingin av telvarunum á teirra liði hevur styrkital hægri enn 2000.
Les meira »Altjóða elddópurin hjá Føroyum var í talvi
Talv-OL sum lopfjøl til sjálvstøðugan føroyskan limaskap í altjóða ítrótti í breiðari merking.
Les meira »Á veg á talvolympiadu
Í dag byrjaði ferðin hjá føroyska talvlandsliðnum til Budapest í Ungarn, sum í næstum fer at hýsa størstu olympisku talvleikunum nakrantíð. Ikki færri enn 197 lond hava boðað frá luttøku í kappingini. Hetta er nýtt luttøkumet. Á seinastu talvolympiaduni í Chennai í India í 2022 vóru í alt 188 lond við, og tað var met. Í alt eru 203 lond limir í altjóða talvsambandinum FIDE. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 av teimum 197 londunum.
Les meira »Metstór luttøka á talv-OL
Ongantíð hava so nógv lond verið umboðað á olympisku talvleikunum sum í ár. Ikki færri enn 193 lið eru við í almennu kappingini, og hjá kvinnunum eru liðini 183 í alt. Føroyar manna bara lið í almennu kappingini. Sum skilst hevur serstakur talvvenjari verður knýttur at fyrireikngunum hjá føroyska OL-landsliðnum. Venjingarnar fara fram bæði hvør í sínum lagi og saman sum lið.
Les meira »Talvdystur á ólavsøku
Eins og undanfarin ár fara havnarmenn og klaksvíkingar aftur at telva á ólavsøku. Dysturin verður ólavsøkuaftan kl. 17:45 í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Sum vant verður telvað á tíggju borðum. Havnin og Klaksvík hava størstu breiddina av føroysku talvfeløgunum, og hægsta miðalstyrkital yvir tíggju borð. Feløgini eru tey einastu, sum komandi kappingarár hava tvey lið hvør í bestu deildini.
Les meira »Talvlegan og Barna Grand Prix 2024
Í vikuskiftinum 6.-7. apríl var nógv á skránni fyri ungar telvararí Føroyum. Hettar er fyrstu ferð, at TSF hevur roynt at skipa fyri venjingarlegu fyri børn, og undirtøkan var sera góð – fult tilmeldað við 36 luttakarum! Legan var í Skótahúsinum í Klaksvík, og var hon skipað í samstarvi við eldhugað foreldur. Á skránni var undirvísing av GM Helga Dam Ziska ogfyrrverandi føroyameistara Rana Nolsøe, talv-stafett, talv-spurnarkapping, snartalv, heilafimleikur, fótbóltur og fantastiskt samanhald.
Les meira »NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini
Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, 3,5 av 4 stigum.
Les meira »NM fyri gentir – síðsti dagur
Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og Natasja taptu bæði talvini.
Les meira »