Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 18)

Seinastu Tíðindini

Talvkapping á Eiði spreingir mørk

Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum norðuri á Eiði hetta vikuskiftið.

Yvir hundrað telvarar – fleiri eru komnir úr útlondum – eru við í kappingini Janus Open, sum byrjaði í gjárkvøldið, og heldur fram í dag og í morgin.

Púra óvæntað er ovurstórur áhugi fyri hesari kappingini, sum er ein av fleiri í grand prix-røðini, sum Talvsamband Føroya hevur á skránni í vetur.

Í alt 103 telvarar eru við. Meginparturin føroyingar, men danir, íslendingar og spaniólar eru eisini við.

Kappingin ber heitið Janus Open. Á henda hátt vilja fyrireikarnir heiðra minnið um eiðismannin Janus í Løðuni, sum var eldsál í talvfelagnum Róki í Sundalagnum, men sum doyði í fjør, bara 46 ár. Hetta kann hava gjørt sítt til, at luttakaratalið er so stórt, tí fleiri enn tretivu hava einki ratingtal, og eru tí við á fyrsta sinni. Hesi eru flest øll úr lokalumhvørvinum.

Metluttøka

Tað er ikki komið fyri fyrr, at so nógv eru við í einstakari talvkapping í Føroyum. Metið higartil er frá 1987, tá Føroyar hýstu norðurlandameistarakappingini í Norðurlandahúsinum. Tá vóru í alt 101 telvarar við úr øllum norðurlondum. FM-metið er frá 2003. Tá vóru 95 telvarar við í FM-einstaklingakappingini í Læraraskúlahøllini í Havn.

Talan er tó um hvørt sítt slag av talvkappingum. Kappingarnar í 1987 og 2003 vóru vanligar standardkappingar. Tá var telvað í einar tíggju dagar í eitt koyr við fullari umhugsunartíð. Janus Open er ein vikuskiftiskapping eftir øðrvísi leisti.

Fyrstu trý umførini í gjárkvøldið vórðu telvað sum kviktalv. Í dag og í morgin hava telvarar ein tíma hvør til talvið umframt hálvan minutt til hvønn leikin. Tvey umfør eru í dag og onnur tvey sunnudagin. Kappingin er fyri telvarar, sum ikki hava hægri enn 2400 í styrkitali. Tað merkir, at okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, fær ikki verið við.

Onnur sjáldsom regla er, at telvarar kunnu fáa hálvt stig tríggjar ferðir uttan at telva. Tað gevur telvarum eitt vist frælsi og andarhald frá kappingini.

Stóra luttøkan er kanska eisini dømi um, at telvarar nú á døgum eru meira fúsir at telva, tá alt gongur skjótt fyri seg, og tú ikki er so bundin, at tú ikki eisini fær gjørt okkurt annað, meðan telvað verður. 

Beinleiðis á netinum

Fjórða umfar byrjaði í morgun klokkan 10. Til ber at síggja fremstu tólv borðini beinleiðis á netinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Tólv høvdu fult stigatal eftir fyrstu trý umførini í gjár. Meginparturin útlendingar, men eisini nakrir føroyingar. Ein er Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini.

Ein annar er hin ungi Petur Gardar Magnussen úr Havnar Telvingarfelag, sum í øðrum umfari vann á føroyameistaranum Luitjen Akselsson Apol.

Ein triði er fyrrverandi føroyameistarin Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag. 

Fimta umfar byrjar klokkan 14 í dag.

Javnleikur í toppdysti

Toppdysturin millum Havnina og Sandavágur er júst byrjaður á Finsen. Á fremru borðunum síggjast teir fýra, sum telvaðu flestu dystirnar á OL-landsliðnum fyri sløkum hálvum ári síðani. Á 1 borði Helgi Dam Ziska (vm) og Rógvi Egilstoft (hm). Innanfyri Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen. Dysturin endaði javnur 2- 2. Havnarmenn varðveita tí tepru leiðsluna í oddastríðnum. Liðini møtast aftur í seinasta umfari í mars.

Mynd: Katrin Apol


Tað er stórur spenningur í 1 deild – bæði í toppi og botni. Tað er støðan eftir dystirnar í fimta umfari, sum í vórðu telvaðir í hølum Havnar Telvingarfelags á Finsen í dag.

Í oddanum syrgja havnarmenn og sandavágsmenn sum vant fyri undirhaldinum og hørðu FM-orrustuni, og í niðaru hálvu er óvanliga hørð kapping í ár.

Toppdysturin endaði 2 – 2. Á 1 borði var liðugt beinanvegin. Longu eftir sjey leikir beyð stórmeistarin remis. Rógvi, sum er heima úr Spania, tók av.

Á øðrum borði var afturímóti drúgvur og harður dystur millum teir báðar, sum í vár togaðust um FM-heitið í finaluumdysti. Føroyameistarin vann eina finnu í miðtalvinum, men Høgni gav honum dygt mótspæl. Luitjen býtti snildisliga tunga fólkið upp fyri at loysa spenningin í støðuni, men brátt sást, at meirfinnan veitti honum ongan fyrimun í endastalvinum. Tvørturímóti ráddi hjá báðum í allari tíðarneyðini um at hava tunguna mitt í munninum, tí telvast skuldi ógvuliga beint fyri at varðveita javnvágina. Eisini remis á øðrum borði.

Á 3 borði vann Havnin. Martin Poulsen trýsti spakuliga við svarta fólkinum Silas aftur í heldur kroysta støðu, og til endans var eingin vón hjá honum at bjarga støðuni. Rutinan hjá fleirfalda føroyameistaranum tóktist gera munin.

Á 4 borði javnaði Sandavágur. Tann ungi Jón í Horni Nielsen telvaði sera væl og sannførandi við svarta fólkinum, og spældi Sjúrð Thorsteinsson út av borðinum. Sjáldan at Sjúrður, ið vanliga er so tryggur og varin, fær slíka viðferð.

Úrslitini í hinum báðum dystunum lagaðu seg so, at rættiligur spenningur er kyknaður upp millum aftaru liðini. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý liðini í hesum stríði.

A-liðið hjá Klaksvík vann tryggan 3-1 sigur á B-liðnum hjá Havnini. Ólavur Simonsen gekk undan sum gott fyridømi við flottum sigri á 1 borði.

Kollafirðingar fingu fyrsta sigurin í ár. Við einum vala liðavriki koppaði unga kollafjarðarmanningin B-liðnum hjá Klaksvík.

Meira kann síggjast – millum annað leikirnir í talvunum – á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

1 deild – 5 umfar (12 januar)

Havnin – Sandavágur 2 – 2
Helgi Dam Ziska – Rógvi Egilstoft ½ – ½
Luitjen Akselsson Apol – Høgni Egilstoft Nielsen ½ – ½
Martin Poulsen – Silas Eyðsteinsson 1 – 0
Sjúrður Thorsteinsson – Jón í Horni Nielsen 0 – 1

Klaksvík – Havnin B  3 – 1
Ólavur Simonsen – Herluf Hansen 1 – 0
Rani Baldursson – Margar Berg 1 – 0
Heðin Gregersen – Elias Petersen ½ – ½
Terji Petersen – Suni Merkistein ½ – ½

Kollafjørður – Klaksvík B. 2½ – 1½
Árant Djurhuus – Wille Olsen ½ – ½
Rógvi Mørkøre – Ingolf Gaard ½ – ½
Karl M. Dahl – Rani Nolsøe 1 – 0
Markus Jacobsen – Tummas M. Sólsker ½ – ½

Støðan

Havnin 15½ stig
Sandavágur 14½
Klaksvík 11½
Klaksvík B. 6½
Kollafjørður 6
Havnin B. 6

Vágamenn kós móti 1 deild

Sandavágs Talvfelag ætlar sær aftur at hava tvey lið í bestu deildini. Teir eru í løtuni besta boðið upp á ein vinnara í 2. Deild. Í dag vunnu teir móti teimum í Runavík.

Toftamenn snávaðu í oddastríðnum. Heldur óvæntað noyddust teir at dvína fyri blaðungu manningini hjá Havnar Telvingarfelag.

2 deild – 5 umfar (12 januar)

Kongshavn (Runavík) – Sandavágur 1 – 3
Brandur Højgaard – Bernhard Augustinussen 0 – 1
Henrik W. Joensen – Jón Atlason 0 – 1
Meinhard Danielsen – Ingi Wiberg ½ – ½
Zaid Al-Jay – Jónfinn Thomsen ½ – ½

Klaksvík – Havnin 2½ – 1½
Einar Gregersen – Øssur Joensen ½ – ½
Rókur Davidsen – Poul Poulsen 1 – 0
Flóvin M.Tummasarson – Jaspur T. Gaard 0 – 1
Rógvi Heinason Olsen – Jón Andreasen 1 – 0

Havnin B. – Toftir 2½ – 1½
Súni Jacobsen – Andrias Danielsen 0 – 1
Petur G. Magnussen – Bogi Ziska ½ – ½
Brestir Samuelsen – Andreas Andreasen 1 – 0
Eyðun L. Staksberg – Sigurd Joensen 1 – 0

Støðan

Sandavágur 12½ stig
Klaksvík 11
Havnin B. 10½
Toftir 10
Havnin 8½
Kongshavn (Runavík) 7½

Hinar deildirnar

Veðrið darvaði aftur telvingini í dag, og ein dystur í 3 deild var útsettur. Í løtuni er ikki greitt, um allir dystir vórðu telvaðir í 4 deild.

3 deild – 5 umfar (12 januar)

Dysturin Vestmanna – Gøta útsettur til 23 januar.
Rókur – Kollafjørður 1 – 3
Havnin – Sandavágur 0 – 4
Úrslitini í 4 deild eru ikki komin enn.

Hálvleikur

Liðkappingin er nú komin í helvt. Farið verður undir seinnu leikhálvu um tvær vikur. Kappingin endar 22 mars. Telvað verður soleiðis í seinnu hálvu:

26. januar (6. umfar)
9. februar (7. umfar)
23. februar (8. umfar)

9. mars (9. umfar)

22. mars (10. umfar)

Toppdystur í morgin

Toppliðini Havnin og Sandavágur bresta saman á Finsen í morgin sunnudagin.
 
So er talvfólkið stillað upp aftur.
 
Í morgin sunnudagin er fult umfar í landskappingini í talvi fyri lið. Telvað verður í øllum fýra deildum.
 
Hetta fimta umfarið verður skipað sum felagsumfar. Hvør deild telvar saman fyri seg. Hesin leisturin varð royndur eitt skifti árini fyri og eftir 1990.
 
Telvað verður soleiðis:
 
1 deild (Tórshavn/Finsen)
2 deild (Klaksvík/húsini hjá Húsmøðrafelagnum)
3 deild (Eiði/skúlin)
4 deild (Sandavágur/skúlin á Giljanesi)
 
Byrjað verður klokkan 14.00 um alt landið. Dystirnir og støðan er henda:
 
 
 
1 deild (5 umfar/12 januar)
Havnin – Sandavágur 
Havnin B. – Klaksvík 
Klaksvík B. – Kollafjørður
 
Støðan 1 deild
Havnin 13½ stig
Sandavágur 12½
Klaksvík 8½
Havnin B. 5
Klaksvík B. 5
Kollafjørður 3½
 
 
 
2 deild (5 umfar/12 januar)
Kongshavn – Sandavágur
Klaksvík – Havnin
Havnin B. – Toftir
 
Støðan 2 deild
Sandavágur 9½ stig
Toftir 8½
Klaksvík 8½
Havnin B. 8
Havnin A. 7
Kongshavn 6½
 
 
 
3 deild (5 umfar/12 januar)
Rókur – Kollafjørður
Vestmanna – Gøta
Havnin – Sandavágur
 
Støðan 3 deild
Rókur 12½ stig
Vestmanna 10½
Gøta 8½
Kollafjørður 7½
Havnin 5½
Sandavágur 3½
 
 
 
4 deild (4 umfar/12 januar)
Sandavágur B. – Suðuroy
Klaksvík – Strendur B.
Rókur – Strendur
Sandavágur – Havnin
Gøta – Toftir
 
Støðan 4 deild
Klaksvík 10½ stig
Sandavágur B. 7½
Suðuroy 7
Rókur 6½
Sandavágur A. 6
Strendur 6
Gøta 5½
Toftir 5
Havnin 3
Strendur B. 3
 
 
Ovurstórur áhugi
 
Komandi vikuskiftið verður almenn talvkapping á Eiði. Kappingin er partur av grand prix-røðini hjá Talvsambandi Føroya í vetur. Fyrireikarnir nýta høvið til at skipa hetta tiltak sum eina kapping til minnis um Janus í Løðuni av Eiði, ið doyði í fjør, bara 46 ára gamal. Janus var ein av eldsálunum í talvfelagnum Róki í Sundalagnum, og var í 1986 vinnari í yngsta flokkinum í fyrstu FM-kappingini í talvi fyri børn, sum Talvsamband Føroya skipaði fyri.

 

Í løtuni hava 81 telvarar boðað frá luttøku. Av hesum eru fleiri útlendingar; spaniólar, íslendingar og danir. Telvað verður í Kolshøll fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin í komandi viku. Vinnarin fær 5.000 krónur, nummar tvey 3.000 krónur og nummar trý fær 2.000 krónur. Freistin at boða frá luttøku er úti hósdagin. 

 

Luttøkan er óvanliga stór. Mettalið á luttakarum til eina talvkapping í Føroyum er frá norðurlandameistarakappingini í 1987, sum var Norðurlandahúsinum. Tá vóru 101 telvarar við. Næstmesta luttøkutal var í FM-einstaklingakappingini í Havn í 2003. Tá vóru 95 telvarar við. At so nógvir telvarar eru við í kapping í Føroyum á hávetri er sjáldsamt. Tað boðar helst frá stórum talváhuga millum føroyingar, men uttan iva eigur ein onnur eldsál, fyriskiparin Rógvi Egilstoft, stóran heiður uppibornan fyri, at so væl hevur vignast higartil.

Útsettu dystirnir telvaðir

Fleiri dystir í landskappingini í talvi komu upp í røkur av illveðrinum, sum var vikuskiftið 23.-24 november, tá fjórða umfar í liðkappingini var á skránni.
 
Nú hevur eydnast at avgreiða allar útsettu dystirnar í øllum deildunum. 

Les meira »

JANUS OPEN

JANUS OPEN

17. januar 2025 – 19. januar 2025

Skipað verður fyri minningartalvkapping í Kolshøll á Eiði vikuskiftið 17. januar – 19. januar 2025. Janus í Løðuni var ein týðandi partur av talvfelagnum Róki, og vilja vit tí við hesi kapping minnast Janus, sum bleiv tikin frá okkum alt ov tíðliga. Janus andaðist 6. juli 2024, einast 46 ára gamal.

 

Stað

Kolshøll, Kolsvegur 8, 470 Eiði.

 

Skipan

Kappingin er partur av GP kappingini 2024/25 hjá TSF. Kappingin er opin fyri øllum telvarum, ið hava minni enn 2400 í rating. Telvað verður soleiðis:

1. – 3. umfar fríggjdagin 17. januar klokkan 18.00

4. umfar leygardagin 18. januar klokkan 10.00

5. umfar leygardagin 18. januar klokkan 14.00

6. umfar sunnudagin 19. januar klokkan 13.30

7. umfar sunnudagin 19. januar klokkan 17.00

 

Tíð

1. – 3. Umfar verður telvað við tíðini 10 min. + 5 sek. pr. leik

4. – 7. Umfar verður telvað við tíðini 60 min. + 30 sek. pr. leik

 

Vinningar

Samlaðu vinningarnir verða 25.000 kr.

Nr. 1: 5.000 kr.
Nr. 2: 3.000 kr.
Nr. 3: 2.000 kr.

2 x ratingsvirðislønir eru í hvørjum bólki á 1.000 kr. og 500 kr. Bólkarnir eru hesir:

undir 2200, undir 2000, undir 1800, undir 1600, einki ratingtal, besta kvinna, fødd eftir 2013 (u12), fødd eftir 2009 (u16), fødd áðrenn 1976, fødd áðrenn 1961.

 

Tilmelding

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com. Upplýsast skal fult navn og føðidato. Luttøkugjaldið er 100 kr. Pengarnir skulu flytast á kontonr. 6460-152.368.8. Seinasta freist at melda seg til er hósdagin 16. januar kl. 12.00.

Tilmelding higartil: Tilmeldingar

 

Fríumfar

Møguleiki er at biðja um upp til 3 frí umfør. Fyri hvørt frí umfar fær telvarin 0,5 stig. Um ynski er um frí umfar 1. umfar, skal hetta biðjast um skrivliga við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com. Hini umførini skal dómarin hava boðini skrivliga. Biðjast skal um frí umfar áðrenn parað verður. 7. umfar er ikki møguligt at biðja um frí umfar.

Vónandi verður stuðlað væl undir talvkappingini, soleiðis at vit verða fleiri, sum koma saman at minnast Janus.

 

Tilmeldingar higartil kunnu síggjast her.

Invitation til Janus Open – dansk

Invation to Janus Open – English

Innbjóðing á føroyskum – trýst her.

 

Við talvkvøðu

Talvfelagið Rókur

 

Úrslit frá FM fyri gentur

Tann 30. november var FM í talvi fyri gentur hildið í Kolshøll á Eiði. 5 umfør vóru telvað, og 6 gentur kappaðust um FM heitið, umframt úttøku til norðurlandameistaraskapið fyri gentur. NM verður í 2025 í Danmark. Les meira »