Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 15)

Seinastu Tíðindini

Sandavágur vann FM fyri lið

Eftir at hava vunnið allar dystirnar í liðkappingini, taptu sandavágsmenn 10. og seinasta umfar 1-3 fyri HT.
Henda gjørdi, at bæði liðini endaðu jøvn, og tískil mátti umdystur til, fyri at finna vinnararnar.
Umdystin vann ST 3-1. Í umdystinum vórðu telvaði kviktalv (10 min. hvør + 5 sek. pr. leik).
Meira um hetta seinni.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá endaumfarinum, ið varð telvað á Skúlatrøð í Klaksvík.

FM í liðkappingini verður avgjørt við umdysti.

Umdysturin verður leiktur soleiðis:
1. Liðini telva 1 kviktalv. Lutakastið gav HT hvítt á 1. borði. Um tað framvegis stendur á jøvnum:
2. Liðini telva 1 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum:
3. 1. borðini (Rógvi og Helgi) telva 2 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum:
4. 1 armageddon talv (annar telvarin skal vinna talvið). Nýtt lutakast um farvurnar.
og her við viðmerkjarum:

Sandavágur ella Havnin?

Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík.
 
Mesti spenningurin er í 1. deild. Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar. Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri. 

Les meira »

Beinleiðis frá seinasta umfarinum í liðkappingini

Klaksvíkar Talvfelag er vertur fyri 10. og seinasta umfarinum í liðkappingini 2022/23, ið verður telvað á Skúlatrøð í Klaksvík, í morgin kl. 10.

112 telvarar telva í 4. deildum, deilt yvir 28 lið. Í 1. deild eru 6 lið, í 2. deild eisini 6 lið, somuleiðis 6 lið í 3. deild og 10 lið eru í 4. deild. Les meira »

Innbjóðing til TT Kvik

9’inda og næstsíðsta GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Tofta Talvfelagi sunnudagin 19.03. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini. Les meira »

Aðalfundurin útsettur vegna veður

 

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya, sum skuldi vera í kvøld 15.03 kl. 18:00 er útsettur. Hann sigur frá nógvum kava aftur í kvøld.

Nýggjur fundur verður lýstur seinni.

Talvsamband Føroya

TT-Kvik útsett

TT-Kvik skuldi eftir ætlan telvast á Toftum leygardagin 11.03.2023, men er flutt til sunnudagin 19.03.2023. Innbjóðing til kappingina kemur í komandi viku. Les meira »