Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: Okkara 12. september

OL 2016: Okkara 12. september

Dagurin í dag gjørdist søguligur í føroyskari telving. Í dag fingu Føroyar sín fyrsta stórmeistara.

Tað gjørdist greitt, tá ið tað eydnaðist 26 ára gamla Helga Dam Ziska at vinna talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia í tíggjunda og næstsíðsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð.

Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen.

At vit einaferð fóru at fáa ein stórmeistara í Føroyum hevur verið ein fjarur dreymur í huganum á føroyskum telvarum og hjá Talvsambandi Føroya, sum í nógv ár hevur roynt at búgva okkum út til munagóð framtøk. Tá ið Helgi Dam Ziska sum blaðungur, gávaður telvari steig upp á føroyska talvpallin, birtist vónin um, at her høvdu vit telvaran, sum einaferð fór at gera bart.

Og tað eydnaðist so í dag – 12. september – sum føroyingar minnast fyri annað ítróttaavrik fyri fleiri árum síðani.

Hjartaliga tillukku Helgi – og tillukku Føroyar! Í dag blaða vit um til ein nýggjan kapitul í føroyskari telving.

Tepur ósigur

Dysturin móti Bolivia í dag hevur sum vera man fram um alt snúð seg um dystin á 1. borði. Hinir borðini hava næstan ikki verið tikin upp á tungu. Men vit drála ikki leingi við hesum dysti, sum vit taptu 2½-1½.

Helgi telvaði eitt spennandi talv við svarta fólkinum í kongaindiskum. Tú hevði tíðliga varhugan av, at hetta var støða, sum okkara maður treivst í. Eina løtu gjørdist tað ógvuliga spennandi, tí Helgi mátti ansa eftir, at støðan ikki flatnaði. Grýtan mátti haldast á kóki. Skarpir vóru hildarleikir, og avgerðin hjá Helga at lata rók fyri mann var røtt, tí endin var, at hann fekk sterka frífinnu og bispapar. Væl dugdi hann at gagnnýta fyrimunin, og trygt og sikkurt telvaði hann mótstøðumannin niður. Og so var stórmeistaraheitið tryggjað.

Á øðrum borði skakaðist javnvágin ongantíð, og John fekk eitt trygt remis. Sjúrður sýntist eisini at standa við javnari støðu í endatalvinum, men so tók at ridla undir støðuni, og mótstøðumaðurin var eirindaleysur, tá ið á stóð. Finnbjørn loysti av Jóan Hendrik, og tó at hann ett skifti tóktist at hava greiðan fyrimun, misti hann tráðin og leyp framav.

Samanumtikið heldur lakari liðavrik, men ivaleyst hava hinir tríggir havt ilt við at hugsavna seg um sítt, tá ið Helgi um somu tíð var um at fáa størsta kalvan í føroyskari telving innanborða.

Svøríki í morgin

Talvolympiadan endar í morgin. Vit høvdu vónað at fáa høgligari mótstøðu í síðsta dystinum enn Svøríki. Nú Helgi ikki ætlar at telva í morgin, versna okkara møguleikar munandi fyri einum toluligum úrsliti í síðsta umfari.

John Rødgård skal á 1. borði royna seg móti besta svianum, stórmeistaranum Nils Grandelius, sum er liðfelagi hjá Helga Dam Ziska í danska meistaraliðnum Philidor. Á øðrum borði skal Jóan Hendrik í holt við stórmeistaran Eric Blomqvist. Jóan Hendrik vann óvæntað á honum í Copenhagen Chess Challenge í vár, men mestur ætlar sviin sær revansju í morgin.

Sviar eru eisini stórfavorittar á triðja og fjórða borði. Sjúrður Thorsteinsson skal royna seg móti stórmeistaranum Tiger Hillarp Persson, sum fyri umleið tjúgu árum síðani búði í Føroyum eitt skifti og virkaði sum spælandi venjari hjá Kollafjarðar Talvfelag. Og formaðurin í Talvsambandinum, Finnbjørn Vang,  noyðist aftur at setast við talvborðið í morgin. Hann skal royna seg móti altjóða meistaranum Jonathan Westerberg.

Føroyar eru í løtuni nummar 81 í røðini av teimum 180 londunum í almennu kappingini. Vit eru styrkismettir nummar 84, men líkt er til, at tað fer at standa á at varðveita eitt endaligt úrslit, sum samsvarar við okkara seeding. Vónandi fara okkara menn at kýta seg av øllum alvi móti sterka svenska liðnum, men við ongum Helga á 1. borði er talan um eitt nógv viknað føroyskt lið.

USA á odda

USA stendur til at vinna talvolympiaduna fyri fyrstu ferð í 40 ár. Bulurin á amerikanska liðnum eru Caruana, Nakamura og So, sum allir eru í topp 10 í heiminum.

Fabiano Caruana er føddur og uppvaksin í USA, men hevur italsk foreldur, og hevur í nøkur ár umboðað Italia, men nú telvar hann aftur fyri landið, sum hann er føddur í. Hikaru Nakamura er føddur í Japan og hevur japanskan pápa, men er uppvaksin í USA, haðan mamman er ættað. Harafturímóti er Wesley So ættaður av Filipsoyggjum og hevur umboðað Filipsoyggjar á talv-OL, men USA hevur lokkað hann at skifta ríkisborgaraskap við góðum sømdum. Við honum aftrat hinum hevur USA umsíðir fingið sítt vinnaralið, sum hevur staðið øllum hinum kurl. Eftir er kortini at vinna í morgin.

Støðan í oddanum fyri seinasta umfar í morgin er hetta: 1. USA 2. Ukraina 3. Russland 4. Kanada 5. India 6. Noreg 7. Slovenia 8. Ongland 9. Peru 10. Italia.

Vit síggja, at Noreg er frammi millum teir tungu dreingirnar. Heimsmeistarin Magnus Carlsen munar sum vera man ógvuliga væl á 1. borði.

Dystirnir í seinasta umfari í Baku í morgin byrja longu klokkan níggju á morgni okkara tíð.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …