Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Reglugerð fyri Grand Prix

Reglugerð fyri Grand Prix

Reglugerð

1) Grand Prix kappingin fevnir um 10 kappingar: 4 kvik-kappingar, 3 open-kappingar og 3 snar-kappingar.

2) Open-kappingar: 3 kviktalv (10 min. + 5 sek.) og 4 langtalv (90 min. + 30 sek.).

3) Kvik-kappingar: Hvør telvari fær 10 min. + 5 sek. í part til hvørt talvið, telvað verða 7 umfør. Finalan og FM-Kvik hava 9 umfør.

4) Snar-kappingar: Telvað verða 9 umfør. Hvør telvari fær 3 min. + 2 sek. í part til talvið. Til FM-Snar verður telvað 11 umfør.

5) Grand Prix stig verða latin soleiðis í hvørjari kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12 fær 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

6) Til tess at at fáa samlaða Grand Prix plasering og ratingvirðisløn, krevst luttøka í Finaluni og 4 undankappingum, harav luttikið skal vera í minst einari rataðari kapping (Open).

7) Tá Grand Prix endastøðan verður gjørd upp, verður hetta gjørt soleiðis:

  • GP stig í 5 teimum bestu kappingunum
  • Úrslitið í 6. bestu kappingini verður tikið við
  • Luttikið í mest GP-kappingum
  • 2 x snartalv og sudden-death

8) TSF letur steyp og medaljur til vinnararnar, og fylgjandi plaseringsvirðislønir:

  1. 5.000 kr.
  2. 3.000 kr.
  3. 2.000 kr.
  1. ratingsvirðisløn (1750-2000) 1.000 kr.
  2. ratingsvirðisløn (1501-1750) 1.000 kr.
  3. ratingsvirðisløn (1251-1500) 1.000 kr.
  4. ratingsvirðisløn (0-1250) 1.000 kr.

Tað er bara møguligt at vinna eina virðisløn.

TALVSAMBAND FØROYA

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.