- Denne begivenhed er allerede afholdt.
FM-Snar 2025 (GP 3)
november 29 @ 13:30 - 16:30
Komandi vikuskiftið verður Talvhúsið á Toftum karmur um FM-Snar og FM-Kvik 2025.
Byrjað verður leygardagin kl. 13.30, tá FM-Snar verður telvað. Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.
FM-Snar
Tíð:
Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Telvað verða 11 umfør.
Virðislønir:
2500 kr.
1500 kr.
1000 kr.
Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.
Luttøkugjald
Vaksin 150 kr.
Undir 18 ár 100 kr.
Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.
Tilmelding:
Tilmelding fer fram her: Tilmelding til FM Snar 2025. Seinasta freist at melda til er fríggjakvøldið 28. november kl. 18.00.
Talvsamband Føroya Faroechess