Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2016/2017.
Les meira »Uppskot til talvkalendarin 2016/17
http://faroechess.com/wp-content/uploads/2016/09/talvkalendarin-1617.pdf
Les meira »Myndafrásøgn frá heimkomuni.
Hósdagin 15. septembur lendi føroyska talvlandsliðið við Helga Dam Ziska á odda í Vágum.
Les meira »Røða til Helga Dam Ziska frá Talvsambandinum.
Góði Helgi, Sum forseti í Talvsambandi Føroya, er tað mær ein stórur heiður og gleði, at kunna vera við at heiðra teg ídag. Líka síðani Talvsamband Føroya varð stovnað 1970, og skipað telving varð sett á stovn, hevur dreymurin um ein føroyskan stórmeistara verið nærliggjandi. Men 46 ár skuldi ganga, áðrenn dreymurin bleiv veruleiki. Nógvir eru varðarnir á leiðini, og eina serstøka tøkk vil eg veita teimum ið undan gingu. Tað er einki at ivast í, at stovnararnir av TSF sum framvegis eru millum okkara, eru ernir og fegnir tína vegna hesar dagar, og vit senda teimum ið farnir eru, ein hjartaligan tanka.
Les meira »OL-liðið: Samandráttur
Opmærksomheden fra de to sidste runder ved OL blev glædeligvis overskygget af, at Helgi blev stormester. Men lad mig dog lige runde turneringen af alligevel.
Les meira »OL 2016: Vónbrot til endan
Eftir gleðiliga dagin í gjár, tá Føroyar fingu fyrsta stórmeistaran í talvi, vónaðu øll, at føroyska landsliðið fór at seta eitt glæsiligt punktum fyri talvolympiaduna í Baku. Men mongum brestur ætlan. Vit fingu óvæntaða harða mótstøðu í seinasta umfari. Vit møttu Svøríki, sum var styrkismett nummar 38. Teir møttu til dystin í morgun við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara. Helgi Dam Ziska var ikki við á føroyska liðnum í dag. Eitt sindur snópisligt, tí dysturin í seinasta umfari er altavgerandi fyri endaliga úrslitið í kappingini. Sum vera man viknaði føroyska liðið nógv í hansara fráveru. Tað líktist frá byrjan einum 4-0 tapi, og soleiðis kom eisini at vera. Avleiðingin var tann, at vit duttu frá 81. plássi aftur til nummar 101. So aftarlaga hava vit ikki verið í allari kappingini – eitt skifti vóru vit nummar 47 – men eftir stendur, at vit gjørdust nummar 101 av 180 londum. Men endaliga …
Les meira »OL 2016: Okkara 12. september
Dagurin í dag gjørdist søguligur í føroyskari telving. Í dag fingu Føroyar sín fyrsta stórmeistara. Tað gjørdist greitt, tá ið tað eydnaðist 26 ára gamla Helga Dam Ziska at vinna talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia í tíggjunda og næstsíðsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen.
Les meira »OL 2016: Talvini frá 10. umfari: Føroyar – Bolivia
Føroya fyrsti GM’ari!
Føroya fyrsti GM í talvi við OL liðnum. Ein stórur dagur fyri føroyska telving, Føroyar og ikki minst Helgi Dam Ziska við familju. Hjartaliga til lukku!
Les meira »OL 2016: Verður Helgi stórmeistari?
Føroyar kunnu fáa sín fyrsta stórmeistara í talvi í dag. Vinnur Helgi Dam Ziska sítt talv á fyrsta borði í dystinum móti Bolivia í dag, hevur hann lokið kravið til ein stórmeistaranorm, teir rópa. Helgi hevur 5½ stig av 8 møguligum higartil í kappingini. Kravið fyri at gerast stórmeistari er, at tú fær tríggjar sokallaðar GM-normar, og at styrkitalið er omanfyri 2500. Styrkitalið hjá Helga er 2546. Harumframt hevur Helgi vunnið ein GM-norm, og fær hann annan normin í dag, er heitið sum stórmeistari tryggjað, tí normur, vunnin á olympiadu, telur dupult.
Les meira »