Sandavágsmenn vunnu

Sandavágs Talvfelag styrkti oddastøðuna í fremstu deildini við sigri á Havnar Telvingarfelag í toppdysti í Vestmanna í dag.  Vágamenn vunnu 2½-1½, og eru nú hálvttriðja stig undan havnarmonnum. Úrslitið ber í sær, at tað kann fara at gerast møtimikið hjá havnarmonnum at vinna aftur tað, ið nú er mist, tó at kappingin bara er hálvrunnin. Hesi bæði liðini eru í flokki fyri seg, og vágamenn hava mist lítið í dystunum móti hinum liðunum higartil í kappingini. 

Les meira »

Úrslit og Myndir: FM fyri gentur 2022

Sunnudagin 11. desember var FM í talvi fyri gentur telvað í Skótahúsinum í Klaksvík. 13 gentur luttóku: 12 í U10 bólkinum og 1 í U12. Bólkarnir vórðu lagdir saman til eina kapping og 7 umfør telvað.

Les meira »

Úrslit & myndir frá NM úttøkuni í Gøtu 10.12

Leygardagin 10. desember var finalan í NM úttøkukappingini telvað á Fiskavirkinum í Gøtu. Telvað var í 5 aldursbólkum, har ið nummar 1 og 2 í hvørjum bólki vunnu sær pláss til at umboða Føroyar til NM í Norra 2023. Telvað vóru 7 umfør við tíðini 10 min + 5 sek per leik.

Les meira »

Talvlandsliðið farið undir venjingar

Ivan Sokolov er nú byrjaður sum venjari hjá føroyska talvlandsliðnum. 1. desember hevði hann fyrstu venjingina við føroysku telvarunum. Fýra venjingar eru nú í desember. Vant verður aftur 9. desember, 15. desember og 22. desember. Hesar venjingar fara fram umvegis netið. Føroysku telvararnir sita heima við hús, og venjarin situr í Hollandi. Allir eru so knýttir saman umvegis Teams. Føroysku telvararnir lótu væl at fyrsta venjingarkvøldinum. Sama gjørdi venjarin. Eftir jól verður tikið samanum, og eru partarnir samdir um, at haldast skal fram við samstarvinum, verður nýggj venjingarætlan løgd fyri komandi ár. Tá kann roknast við, at Ivan Sokolov kemur til Føroyar at venja landsliðið.

Les meira »

Barnatalvkapping fyri lið 04.12 útsett

Tað er at frøast um, at so nógvar barnakappingar eru á skránni í kappingarárinum 2022-2023. Tess verri verða vit noydd til at avlýsa kappingina komandi vikuskifti, 04.12.2022, av tí at tað hevur verið torðført at funnið ein vert. Men finalan í barnatalvkapping fyri lið skal nokk finna tíð og stað í komandi ári. Allar kappingarnar í 2023 eru skipaðar í samstarvi við talvfeløgini, so verður tað stuttligt at uppliva nógvar og fjølbroyttar kappingar kring landið. Meira kunning um hettar verður lýst seinni.

Les meira »

Innbjóðing: NM úttøku finalan í Gøtu 10.12.2022

Finalan í NM úttøkukappingini verður telvað í kantinuni á Fiskavirkinum í Gøtu 10. desember kl. 10:00. Telvað verða 7 umfør í 5 ymiskum aldursbólkum. Undan hesari kapping hava 2 undankappingar verið, har ið upp til 8 finalistar í hvørjum aldursbólki eru funnir. Tey hava kvalifiserað seg til at telva um 2 pláss í hvørjum bólki, at sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri ung í Norra, 2023.

Les meira »

Sandavágur og Havnin í flokki fyri seg

Eftir dystirnar í fjórða umfari í landskappingini í talvi um viksuskiftið fekst sjón fyri søgn um, at einki av hinum liðunum stendur Sandavági og Havnini kurl í fremstu deildini.   Tey bæði liðini vinna stórsigrar á hinum kappingarneytunum, og nú verður bíðað eftir fyrra innanhýsis toppdystinum í fimta umfari. Men hann verður ikki fyrr enn eftir nýggjár.   

Les meira »

Úrslit & myndir frá NM úttøkukapping í Klaksvík

40 børn og ung luttóku í aðru undankapping til NM úttøku í Klaksvík í vikuskiftinum. Kappast var í 4 aldursbólkum, U10, U12, U14 og U16. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa víðari í eina finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Í finaluni koma tey at kappast um NM luttøku; tí 2 tey bestu úr hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í februar / mars.

Les meira »

Kvinnutelving á skrá – Innbjóðing til FM fyri gentur

Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 11. desember í skótahúsinum í Klaksvík. Hettar er fyrsta FM kapping fyri gentur í nýggjari tíð. Kappingin er býtt upp í 5 aldursbólkar, og umframt føroyameistaraheitið verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í 2023. Vinnararnir í hvørjum aldursbólki verða hepnu umboðini.

Les meira »