Fyri at kappingar skulu vera ELO rataðar, skulu tær vera fráboðaðar til FIDE í seinasta lagi ein mánaða áðrenn tær byrja. Tískil verður hervið heitt á fyrireikaðar av planløgdum kappingum at boða hesar frá til Mogens Nielsen, í góðari tíð, á telduposti: mnskak@gmail.com
Les meira »GM venjing við Henrik Danielsen
GM venjing við Henrik Danielsen
Les meira »Innbjóðing: HT OPEN 2010 !
Hervið verður bjóðað til HT OPEN 2010 talvkappingina í hølum Havnar Telvingarfelags í døgunum 12.-14. mars. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.
Les meira »Rødgaard ósvitaligur !

IM John Rødgaard tók - enn einaferð - longu leiðina úr Suðuroynni norð til fastlandið at telva. Uttan ein feril at snáva, vann hann sera trygt KTF-Grand Prix Kvik 2010. Greitt og einfalt !
Les meira »FM 2010 fyri einstaklingar á Giljanesi !

Sandavágs Talvfelag skipar fyri FM 2010 fyri einstaklingar á Giljanesi í døgunum 27. mars til 3. apríl 2010.
Umframt FM-heitið í Landsliðsbólkinum, og FM-heitið í unglingabólkinum, verður somuleiðis kappast í 1. bólki og í Almenna bólkinum.
Sí úrslit, talv og støður á vinstra bredda á heimasíðuni !
Les meira »Innbjóðing: FM í talvi fyri Gentur 2010 !

Talvsamband Føroya skipar fyri FM í talvi fyri gentur 2010, sunnudagin tann 7. mars 2010.
Kappingin fer fram í Skúlanum í Kollafirði og byrjar sunnudagin 7. mars kl. 13.30.
Telvað verða 9. umfør, og er umhugsunartíðin 20 minuttir til hvønn telvara, hvørt umfarið.
Les meira »Innbjóðing: Grand Prix KTF-KVIK 2010 !

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 6. mars. Telvað verður í Ósáskúlanum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.
Kappingin byrjar leygardagin 6. mars, kl. 12.00. Telvað verða 7 umfør.
Les meira »Telvari í 3. deild ikki á styrkilistanum
Telvarin hevur telvað við Toftir 2 í 8., 9. og 10. umfari. Misskiljingar frá Toftir 2 høvdu við sær, at telvarin ikki varð fráboðaður til kappingarleiðaran, og tískil ikki settur á styrkilistan hjá felagnum. Kappingarleiðarin hevur avgjørt, at telvarin skal roknast at vera á styrkilistanum eftir 8. umfar hjá 3. deild, og er sostatt lógligur eftir hetta. Niðurstøðan er sostatt, at viðkomandi telvari tapir talv sítt í 8. umfari.
Les meira »Helgi vann ST-Grand Prix 2010

Helgi sigraði trygt ! Lokali Rógvi E. Nielsen var hin einasti, sum megnaði at skala fulla stigatalinum: Javnt !
28 telvarar vóru til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági í dag. Telvað varð í SÍF-húsinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.
Les meira »Seinasta umfar í liðkappingini
Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir. Í unglingadeildini gerst hesin regul galdandi við, at telvarar ikki kunnu flyta frá einum liði í unglingadeildini, niður í lægri lið í unglingadeildini – tó kunnu teir hava telvað við einum liði í vaksnamannadeildinum í umfarinum frammanundan.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess