
Talvið móti Alexander Moiseenko (2667) var hæddarpunktið í kappingini. Javnleikurin kom til høldar eftir 5 tímar og 50 minuttir og 133 leikir, har eg hevði verið undir trýsti meginpartin av tíðini (sí talvið við viðmerkingum niðanfyri). Síðsta hálva tíman hevði mótstøðumaðurin sitið og putlast og roynt at massera eina steindeyða støðu til lívs, og av tí sama høvdu vit bara 15 minnuttir at koma okkum, áðrenn snarkappingin fór í gongd. Eg hevði bestan hugin at geva avboð og tørna inn tíðliga, men valdi tó at taka lut, eftirsum eg longu hevði goldið fyri at vera við.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess




