
Grand Prix Finalan 2011 varð telvað í vikuskiftinum.
Rættir telvarar ræðast ikki skuggan, og møttu 10 telvarar til finaluna í allar fagrasta summarveðri.
Undan finaluni hava 9 kappingar verið, sum hava skift í millum snartalv, kviktalv og talv við vanligari leiktíð.
Luttakaratalið hevur verið á heilt góðari leið, og kann GP metast sum eitt vælumtókt tiltak millum telvarar.
Talvsamband Føroya Faroechess


Í døgunum 22. mars - 2. apríl tók eg lut í árligu evropameistarakappingini fyri einstaklingar, sum varð hildin í hugnaliga býnum, Aix-les-Bains, fronskumegin Alpurnar. Eg hevði ikki meira enn sett fólkið upp eftir síðsta talvið í Reykjavík Open, fyrr enn leiðin gekk víðari til Fraklands, men tó at nógv kundi gingið betur í Reykjavík, var eg við gott mót eftir tveir sigrar í seinastu umførunum har. Eins og til Reykjavík Open var málið til EM fyrst og fremst at hava eina avriksrating oman fyri 2500 og síðani fara eftir GM-norminum, um høvið beyðst.
