Rókur Open 2013
Um vikuskiftið sótu telvarar – ungfólk eins og tilkomnir menn í Felagsskúlanum á Oyrarbakka og hugsaðu so tað brakaði í.
Fyri 7 ferð varð skipað fyri einari Rókur Open kapping, og 5 umfør vóru telvd.
Sum siður er, møttu NM-luttakararnir fjølmentir til dystin fús.
10 unglingar fara til Íslands í februar mánað, og er Rókur Open liður í fyrireikingunum.
Samanlagt 37 telvarar luttóku í kappingini í Sundalagnum, sum ár undan ári hepnast sera væl.
Bæði hvat luttøku og einastandandi góðum karmum viðvíkur, har Sunda Kommuna er hollur viðspælari.