Frásøgn HT Open 2012

rogvi

14 telvarar tóku lut í vikuskiftiskappingini HT-Open, sum varð hildin í hølum Havnar Telvingarfelags 27. – 29. januar 2012. Eitt harmiliga lágt luttakarata einari kapping, sum fyri ikki nógvum árum síðani var eitt av hæddarpunktunum í føroyska talvkalendaranum.

Les alla frásøgnina her

Rókur Open – Rógvi E. Nielsen 5/5!

Sum siður er, vóru NM-luttakararnir til dystin fús tá Rókur Open varð telvað í vikuskiftinum. 9 unglingar fara til Finnlands í februar mánað, og er RO liður í fyrireikingunum – samanlagt vóru 20 luttakarar har ímillum Olaf Berg og Martin Poulsen, so kappingin var ikki nøkur "walk over". Rógvi Egilstoft Nielsen lat tó ongan iva vera um úrslitið í Rókur Open. Hann vant burturúr hinum telvarunum, og endaði kappingina við 5 stigum av 5 møguligum !  Á øðrum plássi endaði Høgni Egilstoft Nielsen við 4 stigum og Martin Poulsen varð nr. 3 við 3½ stigi. Ratingvirðislønirnar vunnu Jónfinn Thomsen 1800-2000, Rúni Tindskarð Jacobsen 1201-1500 og Hanna Jacobsen 1000-1200   Endaliga støðan finst á: http://chess-results.com/tnr63858.aspx?art=2&rd=1&lan=1  

Les meira »

Jólakapping hjá Sandavágs Talvfelag

Rógvi Egilstoft Nielsen vann jólakappingina, men tað skuldi umdystur til, tí bróðurin Høgni Egilstoft Nielsen hevði eins nógv stig og Rógvi, teir fingu 17½ í part av 19 møguligum.

Sandavágs Talvfelag hevur í fleiri ár havt jólakappin í talvi. Í ár vóru 20 telvarar við har allir telvaðu ímóti øllum - t.v.s. at teir fingu 19 talv í part. Byrjað varð kl. 17 stundisliga og liðugt var kl. 21:30.

Les meira »

2. Jóladag snar KTF

 

Tað er siður í Klaksvíkar Talvfelag, at 2. jóladag møtast telvarar til snartalv. Tað er ymiskt hvussu luttøkan er, men tað er altið bæði spennandi og hugaligt.

Luttøkan hevur oftað verið størri enn 2. jóladag 2011, men sjáldan meiri fjølbroytt.

Av teimum 8 møttu telvarunum, vóru helvtin útisetar og 3 høvdu aldrin fyrr telvað í talvfelagi.

 

Les meira »

Jólakapping hjá Vestmanna Talvfelag

Árliga jólakappingin hjá Vestmanna Talvfelag var hildin leygardagin 17 dec. Umstøðurnar vóru framúr góðar, vóru í gomlu kaffistovuni á ferjuleguni inni á Fjørð.
Kappingin gjørdist óvanliga spennandi, og er nokk mest spennandi jólakapping í Vestmanna í nógv ár. Áðrenn síðsta umfar var støðan í toppinum hendan:
1. Jákup Andreasen     13½ (fríumfar síðsta umfar)
2. Petur Højgaard        13
3. Martin Brekká          12
4. Samson Højgaard    11½

Eyka aðalfundur 25 februar 2012

tsf logo

  Av reint praktiskum orsøkum verður: Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 31 mars kl. 18.30 í  Ósáskúlanum.   Skrá: Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar  

Les meira »

Arild vann á Korchnoi

Nú meðan London Classic varð telvað í Onglandi, ein tann sterkasta talvkappingin nakrantíð, gjørdi ein føroyingur veruliga vart við seg.
IA (International Arbiter) Arild Rimestad, sum best er kendur sum talvdómari, fekk enn ein skalp til simultan samlingina.

Les meira »

Ferðafrásøgn HDZ

Fyri knøppum tveimum mánaðum síðani var eg eitt rend yviri í Ìslandi og telvaði fýra umfør í íslendsku liðkappingini fyri liðið Talvfelagið Reykjavík (TR). Íslendska liðkappingin verður hildin yvir tvey vikuskifti, eitt í oktober og eitt í mars; fyrra vikuskiftið verða telvað fýra talv og seinna vikuskiftið trý.

 

Les alla frásøgnina her

 

Les meira »