Heim / FM einstaklingar / FM 2011 / FM 2011: 7. umfar

Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.

Spenningurin um hvør verður føroyameistari í talvi er vorðin uppaftur størri eftir 7. umfar skírisdag. Kappingin millum altjóða meistararnar Helga Dam Ziska og John Rødgaard er púra jøvn, nú bara tvey umfør eru efti at telva. Hetta gjørdist greitt, eftir at tað eydnaðist Carl Eli Nolsøe Samuelsen at fáa javnleik móti Helga, meðan Rødgaard vann sítt talv móti Sjúrði Thorsteinssyni.

 

FM 2011: 7. umfar

Landsliðsbólkurin

Støðan í landsliðsbólkinum eftir sjey umfør er, at Helgi Dam Ziska og John Rødgaard liggja javnir á odda við 5½ stigi. Á triðja plássi hevur Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4½ stig.

Langa fríggjadag hevur Helgi svarta fólkið móti Eyðuni Nolsøe, og Rødgaard hevur hvíta fólkið móti Hans Kristiani Simonsen.

Telvað verður kl. 14:00.

 

Úrslit í sjeynda umfari:

Helgi Dam Ziska – Carl Eli Nolsøe Samuelsen½-½

Sjúrður Thorsteinsson – John Rødgaard 0-1

Hans Kristian Simonsen – Ólavur Simonsen 0-1

Torbjørn Thomsen – Eyðun Nolsøe ½-½

Finnbjørn Vang – Rógvi Egilstoft Nielsen ½-½

 

Stigatalvan eftir sjey umfør:

Helgi Dam Ziska 5½

John Rødgaard 5½

Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4½

Sjúrður Thorsteinsson 4

Ólavur Simonsen 4
Hans Kristian Simonsen 3½
Torbjørn Thomsen 2½

Rógvi Egilstoft. Nielsen 2

Eyðun Nolsøe 2

Finnbjørn Vang 1½

Unglingabólkurin
Í kappingini um føroyameistaraheitið fyri unglingar stendur kappingin millum Silas Eyðsteinsson úr Sandavágs Talvfelag ogSjúrð Olsen úr Vestmanna Talvfelag. Hetta gjørdist greitt, eftir at Sjúrður skírisdag vann á Rúni T. Jacobsen. Silas hevur 6½ stig og Sjúrður 5½. Eli W. Finnson og Rúni T. Jacobsen hava 4 stig á triðja plássi.

 

Almenni bólkurin
Í almenna bólkinum økti Høgni Egilstoft Nielsen um oddastøðu sína, tá hann vann sítt talv, meðan Jákup á Rógvi Andreasen telvaði javnt.

Eftir sjey umfør hevur Høgni 6½ stig meðan Jákup hevur 5½ stig. Jón Mikkelsen hevur 4½ stig á triðja plássi.

 

Øll úrslit og allar støður síggjast undir FM 2011

Sí eisini

FM 2011: 9. umfar

Tøkk til fyriskiparar, hjálparfólk og telvarar.

Hjartaliga til lukku : 

IM Helgi Dam Ziska, Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen og Karl Louis Johansen

Vinnarar í FM fyri einstaklingar í talvi 2011 !