Heim / FM einstaklingar / FM 2011 / FM 2011: 6. umfar

 

Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.
Mikudagin varð 6. umfar telvað og lagt varð upp til ein spennandi toppdyst í landsliðsbólkinum millum Helga Dam Ziska og John Rødgaard, sum undan umfarinum lógu fremstir í kappingini við ávikavist 4½ stigi og 4 stigum. Spenningurin helt sær tó ikki longi, tí talvið endaði við einum skjótum javnleiki. Men stórur spenningur er í kappingini um føroyameistaraheitið, nú trý umfør eru eftir.

 

FM 2011: 6. umfar

Landsliðsbólkurin

Støðan í landsliðsbólkinum eftir 6 umfør er, at Helgi Dam Ziska liggur á odda við 5 stigum. Á øðrum plássi er John Rødgaard við 4½ stigum. Við sigri á Ólavi Simonsen kom Sjúrður Thorsteinsson upp á 4 stig. Eisini Carl Eli Nolsøe Samuelsen hevur 4 stig.

Skírisdag telvar Helgi við hvíta fólkinum móti Carl Eli, og Sjúrður við hvíta fólkinum móti Rødgaard. Telvað verður kl. 14:00.

 

Úrslit í sætta umfari:

John Rødgaard – Helgi Dam Ziska ½-½

Ólavur Simonsen – Sjúrður Thorsteinsson 0-1

Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Torbjørn Thomsen ½-½

Rógvi Egilstoft Nielsen – Hans Kristian Simonsen 0-1

Eyðun Nolsøe – Finnbjørn Vang 1-0

 

Stigatalvan eftir seks umfør:

Helgi Dam Ziska 5

John Rødgaard 4½

Sjúrður Thorsteinsson 4

Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4

Hans Kristian Simonsen 3½
Ólavur Simonsen 3
Torbjørn Thomsen 2

Rógvi Egilstoft. Nielsen 1½

Eyðun Nolsøe 1½

Finnbjørn Vang 1

 

Unglingabólkurin
Í kappingini um føroyameistaraheitið fyri unglingar eru sjey umfør telvað.

Silas Eyðsteinsson úr Sandavágs Talvfelag liggur á odda við 5½ stigi, Sjúrður Olsen úr Vestmanna Talvfelag hevur 4½ stig og Rúni T. Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag 4 stig.

Í 5. umfari vann Silas á Sjúrði, men enn er spenningur í kappingini, tí teir skulu dystast einaferð aftrat, í síðsta umfari. Rúni er eisini við í kappingini.

 

Almenni bólkurin
Í almenna bólkinum stendur kappingin millum Høgni Egilstoft Nielsen og Jákup á Rógvi Andreasen.

Eftir seks umfør hevur Høgni 5½ stig meðan Jákup hevur 5 stig.

 

Øll úrslit og allar støður síggjast undir FM 2011

Sí eisini

FM 2011: 9. umfar

Tøkk til fyriskiparar, hjálparfólk og telvarar.

Hjartaliga til lukku : 

IM Helgi Dam Ziska, Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen og Karl Louis Johansen

Vinnarar í FM fyri einstaklingar í talvi 2011 !