Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Reykjavik Open: Seinasta umfarið gav flest stig

Reykjavik Open: Seinasta umfarið gav flest stig

Tíggjunda og seinasta umfarið, var tað umfarið føroyingarnir fingu flest stig, 7.

Fleiri góð úrslit vóru í gjár, m.a. vann Janus Skaale (1765) á Jay A Carr (2086), Leif Reinert Fjallheim (1667) vann á Palmar Breidfjord  (1866) og Luitjen Akselsson Apol (1561) vann á Gerd Meier (1779). Helgi Dam Ziska (2553) telvaði javnt ímóti IM Bjørn Ahlander (2416). 

Helgi D. Ziska telvaði aftur javnt, og hetta gav honum samanlagt 6,5 stig og 48. pláss, við eini ratingafturgongd á 7 stigum.

Av føroyingunum var Janus Skaale var tann, ið kláraði seg best, um hugt verður eftir styrkismetingunum. Janus var styrkismettur sum nr. 204 og endaði á einum 91. plássi við 5,5 stigum. Ratingframgongdin verður væntandi áleið 100 stig, so ikki kann sigast annað enn at hetta hevur verið ein góð kapping hjá Janusi, ið eisini vann ratingvirðisløn.

Fleiri aðrir telvarar høvdu eisini framgongd:

Leif R. Fjallheim 15 ratingstig, Jón í Horni Nielsen 81 ratingstig, Luitjen A. Apol ratingstig, 50 stig, Flóvin M. Tummasarson 20 ratingstig, Suni í Horni Nielsen 60 ratingstig.

Vinnari av Reykjavik Open 2017 gjørdist hollendarin Giri Anish (2771) við 8,5 stigum av 10 møguligum. Við í kappingini vóru 266 telvarar.

 

Endaliga støðan fyri føroyingarnar

BNr. Navn Elo Land 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Stig Endalig støða Rp K rtg+/-
21 GM Ziska Helgi Dam 2553 FAI 1 1 ½ ½ 1 ½ ½ ½ ½ ½ 6,5 48 2482 10 -6,70
162 Jacobsen Heidrikur T. 1951 FAI 0 1 0 ½ 1 ½ 0 1 0 ½ 4,5 164 1906 20 -11,60
188 Berg Margar M. 1813 FAI 0 1 0 0 ½ 1 0 ½ 0 0 3,0 236 1637 20 -47,40
204 Skaale Janus 1765 FAI 0 0 1 0 1 1 ½ 0 1 1 5,5 91 1961 40 61,20
216 Fjallheim Elmar Reinert 1691 FAI 0 0 1 0 ½ 0 1 0 ½ 1 4,0 195 1642 20 -13,60
221 Fjallheim Leif Reinert 1667 FAI 0 0 ½ 0 ½ 1 0 1 ½ 1 4,5 170 1666 40 14,80
229 Nielsen Allan 1606 FAI 0 0 1 1 0 0 0 0 ½ 1 3,5 219 1556 40 -34,00
234 Apol Luitjen Akselsson 1561 FAI 0 0 0 1 0 1 0 0 1 1 4,0 182 1603 40 50,40
242 Nielsen Jon I Horni 1454 FAI 1 0 1 0 0 0 0 1 1 0 4,0 181 1689 40 80,80
249 Fjallheim Benjamin Reinert 1322 FAI 0 0 0 1 0 0 1 0 0 1 3,0 233 1354 40 -6,40
254 Tummasarson Flovin M. 1224 FAI 0 0 ½ 0 ½ 0 0 1 0 0 2,0 259 1309 40 20,40
258 Nielsen Suni I Horni 1167 FAI 0 0 0 1 ½ ½ ½ 0 0 0 2,5 255 1347 40 59,60

 

Úrslit frá 10. umfari

Navn Rtg Stig Úrslit Stig Navn Rtg
GM Ziska Helgi Dam 2553 6 ½ – ½ 6 IM Ahlander Bjorn 2416
Carr Jay A 2086 0 – 1 Skaale Janus 1765
Jacobsen Heidrikur T. 1951 4 ½ – ½ 4 Eminov Sinan 1537
Kolka Dawid 1931 4 1 – 0 4 Nielsen Jon I Horni 1454
Breidfjord Palmar 1866 0 – 1 Fjallheim Leif Reinert 1667
Berg Margar M. 1813 3 0 – 1 3 Hrafnsson Hreinn 1621
Meier Gerd 1779 3 0 – 1 3 Apol Luitjen Akselsson 1561
Fjallheim Elmar Reinert 1691 3 1 – 0 3 Nergard Ole-Kristian 0
Nielsen Allan 1606 + – – Haile Batel Goitom 1197
Smith Chris P 1504 2 1 – 0 Nielsen Suni I Horni 1167
Tummasarson Flovin M. 1224 2 0 – 1 2 Sigurvaldason Hjalmar 1441
Fjallheim Benjamin Reinert 1322 2 1 – 0 2 Thorisson Benedikt 1057

RO2017_Janus_ratingvirdislon2

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …