Heim / Føroya Tele stuðlar Helga Dam Ziska

Føroya Tele stuðlar Helga Dam Ziska

Tíðindaskriv:

 

Føroyski telvarin Helgi Dam Ziska hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul, sum eitur Føroya Tele. Í dag undirskrivaðu partarnir eina stuðulsavtalu, ið er galdandi í eitt ár.

Føroya Tele er nýggjur høvuðsstuðul hjá føroyska talvflogvitinum, Helga Dam Ziska. Hetta gjørdist veruleiki í dag, tá ið partarnir undirskrivaðu eina stuðulsavtalu, sum merkir, at Føroya Tele stuðlar Helga Dam Ziska í hansara arbeiði við og fyri telving í Føroyum.

 

Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, fegnast um nýggja samstarvið.

 

– Tað gleðir okkum, at vit kunnu gerast ein týdningarmikil prikkur á talvleiðini hjá Helga Dam Ziska næsta árið. Helgi Dam Ziska er ein ítróttarmaður í heimsklassa, og tí er tað sera nærliggjandi, at Føroya Tele stuðlar stórmeistaranum á ferð hansara bæði her heima og á altjóða talvpallinum.

 

Í hesum døgum fyrireikar Helgi Dam Ziska seg til ymsar kappingar, ið liggja fyri framman, og hann fegnast somuleiðis um avtaluna.

 

– Eg eri sera fegin um hesa avtaluna, sum gevur mær betri umstøður at arbeiða við telvingini. Fleiri kappingar eru á skránni í vár, og í heyst skal eg millum annað til World Cup og EM fyri lið. Við Føroya Tele sum samstarvsfelaga kann eg av álvara fyrireika meg til hesar avbjóðingar. Tað er eisini mín vón, at samstarvið fer at stimbra áhugan fyri telving í Føroyum, sigur føroyski stórmeistarin í talvi.

 

Helgi Dam Ziska og Føroya Tele fara nú undir eitt tvívegis samstarv, sum verður viðkomandi og gagnligt fyri báðar partar. Avtalan er fyribils galdandi í eitt ár.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.