Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 2. umfar: 1-3 móti Bulgaria
Topalov og Helgi

OL 2016: 2. umfar: 1-3 móti Bulgaria

Tað gjørdist ein fínur dagur hjá føroyska talvlandsliðnum í Baku í dag. Eitt stig móti sterka bulgarska liðnum er væl og virðiliga góðkent, og at Helgi Dam Ziska fær remis móti so sterkum telvara sum Topalov, er einki minni enn eitt bragd.

John Rødgård vísti eisini vegin við enn einum lýtaleysum avriki. Remis við svørtum móti sterkum stórmeistara – og kanska stóð John enntá betri?  3. og 4. borð taptu, men serliga Sjúrður spjálkaði væl og leingi, áðrenn hann legði kongin.

Samanumtikið ein sera góður dagur.

Flott Helgi!

Helgi hevði hvítt í sponskum byrjanarspæli. Hann nýtti sama frábrigdi, sum í EM-dystinum móti Danmark í Reykjavík í fjør, tá ið hann vann á Suna Berg Hansen. Hann stillar seg upp við finnum á d3 og c3 og a-finnuna heilt fram. Tað gevur ofta dynamiskt spæl frúgvarmegin við spjaddum finnustrukturi og livandi offisersspæli. Stuttligt at síggja, hvussu tryggur og kringur Helgi er í slíkum opnum støðum móti einum av teimum bestu. Gjøgnum alt talvið ráddi um at hava tunguna mitt í munninum, men ongantíð snávaði Helgi, tó at Topalov støðugt royndi at trýsta og finta.

Mær vitandi er hetta sterkasti telvari, sum Helgi hevur fingið stig ímóti í týðandi kappingartalvi. Í OL í Dresden í 2008 vann hann flott á Loek Van Wely, sum var 1. borð hjá Hollandi, og ein klassatelvari, men kanska ikki í topp 10 tá. Hesi bæðu úrslitini kunnu helst javnmetast.

John var aftur í dag tryggleikin sjálvur. Djarvur offraði hann mann fyri tvær finnur í miðjuni, seinni fekk hann eina aftrat og hartil fína støðu. Spurningurin er, um John ikki átti at hildið á og vitað, um hann kundi vunnið. Sera góð byrjan hjá okkara veterani. Vónandi verður hann mentur at halda stásið við líka.

Jóan Hendrik fekk sviðan at kenna tíðliga í dystinum. Ivasamir finnuleikir kongsmegin góvu honum veikar puntar, sum álopskringi bulgarski stórmeistarin eirndaleysur legðist á at pína. Brátt kom eitt flott offur sum snarljós av himni, og so var tap í hendi.

Sjúrður var drúgvur á 4. borði. Leingi varðveitti hann javnvágina í spentu støðuni á borðinum, men til endans – eftir fimm tímar – fekk bulgarin hol á.

Jersey í morgin

Føroyar hava nú fýra stig fyri fyrstu tvey umførini; í gjár vunnu vit 3-1 og í dag tapa vit 3-1. Vit liggja tí í miðjuni í røðini – heilt nágreiniliga nummar 64 av teimum 180 liðunum.

Í morgin telva vit móti Jersey. Teir eru styrkismettir nummar 144, so her átti at verið góður møguleiki fyri einum sigri. Føroyar hava fleiri ferðir telvað móti Jersey í kappingini millum smátjóðir í Evropa, og tá hava vit altíð vunnið.

Dysturin móti Jersey byrjar um middagsleitið í morgin sunnudagin. Til ber á netinum at fylgja við leik fyri leik á øllum borðum. Leinkja til heimasíðuna sæst á heimasíðu Talvsambandsins, har eisini nógv OL-tilfar er at lesa – m.a. skrivar John Rødgård um kappingina úr Baku.

Heimasíðan hjá Talvsambandi Føroya er: faroechess.com

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …