Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 1. umfar: Vunnu fyrsta dystin

OL 2016: 1. umfar: Vunnu fyrsta dystin

Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag. Helgi Dam Ziska, John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og Jóan Hendrik Andresen tapti.

Føroyar eru styrkismettar nógv hægri enn Suðursudan, og tí var roknað við líknandi úrsliti. John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu trygt við hvíta fólkinum, men við svarta fólkinum høvdu okkara menn trupulleikar.

Helgi Dam Ziska var í rættiligum ódnarveðri á 1. borði. Fyrst var líkt til, at hann hevði stóran fyrimun, tá ið honum eydnaðist at vinna mann fyri tvær finnur, men seinni vísti seg, at væl av mótspæli var í støðuni hjá mótpartinum. Brádliga var Helgi um ein háls, og eina løtu var tap í hendi hjá okkara manni, men tíbetur fótaði hann sær aftur og fór at telva ógvuliga væl. Hetta spennandi og umleypandi talv endaði loksins við føroyskum sigri.

Á 3. borði tóktist sudanski telvarin trilvandi í byrjanarspælinum, men spæluppleggið hjá Jóan Hendriki mishepnaðist. Mótstøðumaðurin kom fyri seg aftur og telvaði í roynd og veru okkara mann sannførandi niður. Talvið var uttan iva stórt vónbrot hjá føroyinginum, men Jóan Hendrik hevur eisini fyrr byrjað heldur linliga, og er kortini endaður sum føroyskur OL-toppskjútti.

Afturfyri lá væl hjá hinum báðum. John var sær sjálvum líkur. Tryggur og varin, vann sær eitt evarska lítið initiativ, fílaði og dammaði, í endaspælinum veitti bispaparið honum lítlan fyrimun, restin var teknikkur. Soleiðis hevur John vunnið óteljandi ferðir.

OL-debutanturin fekk góða byrjan. Mótstøðumaðurin loyvdi Sjúrði at sleppa við riddara fram á d6 í sisilianskari byrjan. Uppbýtið tryggjaði Sjúrði høgligari støðu og initiativ. Við lítlum fyrimuni telvaði tvørámaðurin seg ógvuliga trygt til sigurs.

Móti Bulgaria

Føroyar fáa heilt aðra mótstøðu í øðrum umfari í morgin leygardagin. Tá møta vit Bulgaria, sum er styrkismett nummar 22. Á fyrsta borði hjá Bulgaria situr ein av heimsins fremstu telvarum, stórmeistarin, Veselin Topalov. Hann var á stuttari Føroyaferð fyri fáum árum síðani og nýtti tá høvið at telva móti Helga Dam Ziska. Nú møtast teir aftur.

Bulgaria – mannað við trimum stórmeistarum – telvaði heilt óvæntað bara 2-2 í dag móti Sudan, sum er styrkismett lægri enn Føroyar. Tvey sudansk lið eru í OL-kappingini, og tey telvaðu Bulgaria og Føroyar ímóti í dag – og í morgin hittast nettupp Føroyar og Bulgaria. Sudan er styrkismett nummar 110 og Suðursudan 176. Úrslitini í dag vísa kanska, at telvararnir úr Sudan eru stinnari enn styrkimetingarnar benda á.

Føroyar hava einaferð fyrr telvað móti Bulgaria. Tað var í Nice í 1974, og tá vann Bulgaria 4-0.

OL_2016_1_2

OL_2016_1_1

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …