Fyrsta barnakapping í ár hevur verið á Giljanesi í dag. Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Tí var gleðiligt at síggja, at hetta var fyrsta kapping hjá fleiri av teimum 42 børnunum, sum luttóku í kappingini. Næsta barnakapping verður í Kollafjarðar skúla 8. mars.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung
Næstu tíðina verður skipað fyri talvkappingum fyri børn í skúlaaldri og yngri. Kappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, ið nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava telvað so nógv við í kappingum. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina.
Les meira »NM: Samanumtøka
Føroyski hópurin kemur heimaftur úr NM-kappingini í Danmark við 13,5 stigum av 60 møguligum. Í mun til undanfarin ár og ikki minst kappingina í fjør – sum gav 20,5 stig og eitt heiðursmerki úr silvuri – er talan um óvanliga soltna úrtøku.
Les meira »NM: 5½ stig í dag
Dagurin í dag hilnaðist okkara telvarum eitt sindur betri enn í gjár. Meðan stigini í gjár vóru 3½ íalt, gjørdust tey í dag 5½, og tað vóru serliga teir yngru telvarirnir, ið fingu stig.
Les meira »NM: Lakur fyrsti dagur
Okkara ungu telvarir hava í dag telvað tvey tey fyrstu umførini, av seks, í kappingini fyri norðurlendskan skúlaungdóm.
Les meira »Talvsamband Føroya 50 ár
Hálv øld er nú liðin síðan menn komu saman at stovna eitt meginfelag fyri føroyska telving. Talvsamband Føroya var stovnað á fundi í Havn 14. februar í 1970. Talan er óivað um elsta sersamband innan kappingarítrótt í Føroyum.
Les meira »Yvirlit yvir FM vinnarar
Her er eitt yvirlit yvir allar FM vinnarar, bæði í einstaklingakappingum, umframt liðkappingum.
Les meira »NM í talvi byrjar í morgin
Árliga norðurlandameistarakappingin í talvi fyri børn og ung verður hildin um vikuskiftið. Danir eru vertir fyri kappingini hesa ferð, og telvað verður í Fredericia. Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar við telvarum upp til 20 ár, og Norðurlondini hava tvey umboð í hvørjum bólki.
Les meira »Luitjen vinnari av Kjølur Open 2020
18 telvarar luttóku í Kjølur Open, sum varð telvað í vikuskiftinum. Vinnari av kappingini bleiv unga stjørnuskotið í føroyskari telving, Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Les meira »Vágamenn økja
Tumma fyri tumma økja sandavágsmenn um leiðsluna í kappingini við havnarmenn í landskappingini í talvi. Í dag otaðu vágamenn seg uppaftur hálvt stig aftrat frá fremsta avbjóðaranum, soleiðis at teir nú eru tvey stig undan í oddanum.
Les meira »