Fyrsta talvkapping í talvárinum 2026/2027 verður telvað á internetinum leygardagin kl. 11.00. Kappingin er ætlað øllum, serliga teimum, sum vanliga ikki telva kappingar. Telvað verða 9 umfør við tíðini 3 min. + 2 sek. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya á chess.com. Bólkurin er at finna her: …
Talvsamband Føroya Faroechess