Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi vann FM í snartelving við fullum stigatali!

Helgi vann FM í snartelving við fullum stigatali!

31 telvarar møttu til føroyameistaraheitið í snartelving. Havnar Telvingarfelag var vertur, og gjørdu teir tað við lít. Heimabakaðir bollar, føroyskur viðskeri, køkur og kaffi – onki vantaði. 

Fleiri av sterkastu telvarunum vóru við, umframt Helga Dam Ziska, tann absolutt sterkasta í føroyskari telving. Helgi lat heldur ongan iva vera um, at hann er stinnastur í Føroyum. 

Fyri fyrstu ferð (møguliga nakrantíð) vann Helgi FM í snartelving við fullum stigatali, 18 av 18! Og tá vóru sum áður nevnt, fleiri navnframir telvarar við í kappingini. 

Á deildum øðrum plássi endaðu Rógvi Egilstoft Nielsen og Sjúrður Thorsteinsson við 13 stigum. 

Ratingvirðislønirnar vunnu Jón Gregersen, Eli W. Finnson og  Sámal Andrias Jacobsen.

Hjartaliga til lukku allir samlir.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.