Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 46)

Seinastu Tíðindini

Vágamenn á FM-kós

Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í dystinum móti Vestmanna Talvfelag í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini fyri feløg í dag. Vágamenn vunnu við fullum stigatali – 4-0. 
 
Havnarmenn fingu sum væntandi var munandi harðari mótstøðu móti klaksvíkingum. Havnarmenn vunnu tepran sigur, 2½-1½. 
 
Sandavágsmenn hava tí endurvunnið leiðsluna í 1. deild fyri seinasta umfar.
Les meira »

Dystir í 3. deild útsettir

Vegna vánalig koyrilíkindi eru dystirnir millum Kollafjørð 3 – Vestmanna 2 og dysturin millum Runavík 2 – Sandavág 3 útsettir.

Hvør tekur leiðsluna?

Nú verður farið undir endaspurtin í landskappingini í talvi millum feløg. 
Fyri dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í morgin sunnudagin stendur á jøvnum í fremstu deildini millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag. Bæði liðini hava 24 stig. Klaksvíkar Talvfelag hevur á triðja plássi 18½ stig. 

Les meira »

Barnakapping í Kollafirði 8. mars

Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina. 
Les meira »

Stavn um stavn

Nú tvey umfør eru eftir í landskappingini í talvi stendur á jøvnum í oddanum í 1. deild millum føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.
 
Vágamenn vóru tvey stig fremri fyri dystirnar í dag, men tann leiðslan er nú fokin. Klaksvíkingar megnaðu javnleik 2-2 móti sandavágsmonnum í Vágum í dag, og havnarmenn vunnu 4-0 á kollfirðingum.  
Les meira »

Barnakapping á Giljanesi

Fyrsta barnakapping í ár hevur verið á Giljanesi í dag. Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Tí var gleðiligt at síggja, at hetta var fyrsta kapping hjá fleiri av teimum 42 børnunum, sum luttóku í kappingini.

Næsta barnakapping verður í Kollafjarðar skúla 8. mars. Les meira »

Talvkapping fyri børn og ung

Næstu tíðina verður skipað fyri talvkappingum fyri børn í skúlaaldri og yngri. Kappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, ið nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava telvað so nógv við í kappingum. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina. Les meira »

NM: Samanumtøka

Føroyski hópurin kemur heimaftur úr NM-kappingini í Danmark við 13,5 stigum av 60 møguligum. Í mun til undanfarin ár og ikki minst kappingina í fjør – sum gav 20,5 stig og eitt heiðursmerki úr silvuri – er talan um óvanliga soltna úrtøku.

Les meira »

NM: 5½ stig í dag

Dagurin í dag hilnaðist okkara telvarum eitt sindur betri enn í gjár. Meðan stigini í gjár vóru 3½ íalt, gjørdust tey í dag 5½, og tað vóru serliga teir yngru telvarirnir, ið fingu stig.

Les meira »