Heim / Tíðindi (síða 11)

Tíðindi

Spenningur til síðsta leik

Støðan broyttist ikki í FM-stríðnum í talvi eftir sætta og næstsíðsta umfar skírisdag. 
 
Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu aftur í dag. Helgi er tí framvegis eitt hálvt stig fremri, men avgerðin um hvør av teimum verður føroyameistari fellur tí ikki fyrr enn á síðsta leikdegi í morgin langa fríggjadag.

Les meira »

Helgi ella Høgni

Tað verður annar av hesum báðum. Helgi, høgrumegin á myndini, ið her sæst kveita at støðuni hjá Høgna í fimta umfari mikudagin, kann nú avgera alt sjálvur.
 
Nú er eingin ivi  longur.
 
Annar av okkara sterkastu telvarum verður føroyameistari 2023. Helgi Dam Ziska ella Høgni Egilstoft Nielsen. Tað gjørdit greitt eftir fimta umfar mikukvøldið.
 
Báðir vunnu. Helgi hevði eitt sera avgerandi talv móti Rógva Egilstoft. Men í dag sást munurin á teimum. Helgi fekk við svarta fólkinum talvið upp á sínar premissur. Og telvaði rætt og slætt mótstøðumannin niður við instruktivari posisjónstelving. 

Les meira »

Tað verður annar av hesum báðum. Helgi, høgrumegin á myndini, ið her sæst kveita at støðuni hjá Høgna í fimta umfari mikudagin, kann nú avgera alt sjálvur.
 
Nú er eingin ivi  longur.
 
Annar av okkara sterkastu telvarum verður føroyameistari 2023. Helgi Dam Ziska ella Høgni Egilstoft Nielsen. Tað gjørdit greitt eftir fimta umfar mikukvøldið.
 
Báðir vunnu. Helgi hevði eitt sera avgerandi talv móti Rógva Egilstoft. Men í dag sást munurin á teimum. Helgi fekk við svarta fólkinum talvið upp á sínar premissur. Og telvaði rætt og slætt mótstøðumannin niður við instruktivari posisjónstelving. 

Les meira »

Tað verður annar av hesum báðum. Helgi, høgrumegin á myndini, ið her sæst kveita at støðuni hjá Høgna í fimta umfari mikudagin, kann nú avgera alt sjálvur.
 
Nú er eingin ivi  longur.
 
Annar av okkara sterkastu telvarum verður føroyameistari 2023. Helgi Dam Ziska ella Høgni Egilstoft Nielsen. Tað gjørdit greitt eftir fimta umfar mikukvøldið.
 
Báðir vunnu. Helgi hevði eitt sera avgerandi talv móti Rógva Egilstoft. Men í dag sást munurin á teimum. Helgi fekk við svarta fólkinum talvið upp á sínar premissur. Og telvaði rætt og slætt mótstøðumannin niður við instruktivari posisjónstelving. 

Les meira »

Óbroytt í oddanum

Toppdysturin í fjórða umfari týsdagin millum teir báðar sterkastu telvararnar í Føroyum gjørdist eitt vónbrot. Talvið millum Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft Nielsen endaði javnt eftir einans tólv leikir. Stórmeistarin, sum hevði hvíta fólkið, bjóðaði remis, og Høgni tók av.
 
Virðingin hvør fyri øðrum tykist so stór, at hvørgin hevði sett sær fyri at vinna, tá talvið byrjaði. Við javnleikinum varðveitir Helgi tepru leiðsluna í kappingini. Men endar talvið millum Helga og Rógva Egilstoft í morgin eisini javnt, sum dystirnir teirra millum aloftast gera, og Høgni í sínum lagi vinnur, tá hevur stórmeistarin sett seg undir størri trýst, enn hann var undan talvinum í dag. Tí ivaðist Høgni kanska ikki í at taka av, tá Helgi beyð remis.

Les meira »

Helgi á odda

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi við fullum stigatali eftir trý umfør.
 
Helgi vann í kvøld við svarta fólkinum á Olaf Berg við sama eyðkenda, trygga spæli, sum hann hevur havt í øllum sínum talvum higartil í kappingini. 

Les meira »

Helgi og Høgni á odda

Báðir okkara fremstu telvarar, Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen, sum hava vunnið FM-heitið seinastu seks árini, eru einsamallir á odda við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Teir eru eitt heilt stig undan hinum næstu.

Les meira »

Fundarfrásøgn frá aðalfundinum 25. mars

Aðalfundur 25.03.2023 í Skúlanum við Løkin, Runavík

Til staðar: Ingi Wiberg, Gunnleif Rasmussen, Herborg Hansen, Katrin D. Apol, Brandur Ellingsgaard, Rógvi Egilstoft, Olaf Berg, Margar Berg, Eivind Jacobsen, Jónas Sólsker, Rógvi H. Olsen, Willemoes Olsen, Petur Páll Mikkelsen, Finnbjørn Vang, Henrik W. Joensen Les meira »

Stóri FM-kongurin

Palli Henriksen (1902-1980). Hevur metið við níggju FM-sigrum í einstaklingstelving.

Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so.
 
Fyrstu FM-kappingarnar vóru longu fyri seinna heimsbardaga. Tá var bara eitt veruligt talvfelag í landinum og einki Talvsamband. FM-kappingar frá 1938 til 1956 vórðu tí í høvuðsheitum ein kapping millum havnarmenn um hvør av teimum var bestur. 
 
 Avbygdamonnum stóð kortini frítt at vera við, tí her var talan um almenna FM-kapping. Og nakrir bitu á. 
 
Í 1948 var vágbingurin Thorstein Vilhelm við, í 1953 miðvingurin Hans Arni Ellefsen, og í 1956 tvørámaðurin Mervyn Dimon. Allir tríggir vóru góðir telvarar, men teir høvdu rímiligt ikki somu royndirnar sum hinir.
 
Hví hesar FM-kappingarnar hildu uppat í 1956, er eitt sindur óvist. Hetta var annars tíðin, tá ið talvfeløg verða stovnað víða hvar um landið. Um somu tíð harðnar kappingin um Woodborðið, sum feløgini høvdu sum eitt slag av landskapping sínamillum í 50-unum og 60-unum. Men FM-einstaklingakappingin sovnar, og kemur ikki afturíaftur fyrr enn Talvsamband Føroya verður stovnað í 1970. Byrjað var sum nevnt í 1972, og síðani hevur ikki verið helmað í.
 
Kappingin í ár er tí hin 68 instjúgunda í røðini frá 1938. 
 
 
Palli skaraði framúr
 
Ein telvari skarar framúr millum allar FM-kongarnar hesi árini. Og tað er Palli Henriksen. 
 
Hann var frá fyrsta stovningardegi Havnar Telvingarfelags fyri brátt 100 árum síðani hin besti telvarin í felagnum. Í 40-árunum fekk hann veruligar javnlíkar at kappast ímóti, fyrst og fremst Olav Andreasen og Tórarinn Evensen, men tey árini, ið hann var mest virkin, var hann hin veruligi talvkongurin í Havn og í øllum Føroyum við. Í 50-unum tóktist tað, sum at Tórarinn Evensen, sum var hin yngsti av teimum trimum FM-vinnarunum tey árini, yvirhálaði gamla meistaran.
 
Palli Henriksen var eisini politikari og býráðsformaður í Havn í 40- og 50-árunum, hetta var um somu tíð, sum hann var føroyameistari. Palli búði úti á Reyni. Sonurin, Jákup Henriksen, var eisini av bestu telvarum í Føroyum, men vann ongantíð FM-heitið.
 
Palli Henriksen vann FM-heitið í alt níggju ferðir. Enn ganga nøkur ár til nakar fær hann aftur. Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið FM-heitið fimm ferðir, og Høgni Egilstoft Nielsen fýra ferðir. Kanska verður tað annar av teimum, sum einaferð tekur metið hjá gamla talvkonginum.
 
 
 
FM-vinnarar í talvi (1938-2022)
 
1938 Palli Henriksen, HT
1939 Palli Henriksen, HT
1940 Olav Andreasen, HT
1941 Olav Andreasen, HT
1943 Olav Andreasen, HT
1945 Palli Henriksen, HT
1946 Palli Henriksen, HT
1947 Tórarinn Evensen, HT
1948 Palli Henriksen, HT
1949 Palli Henriksen, HT
1950 Palli Henriksen, HT
1951 Palli Henriksen, HT
1952 Palli Henriksen, HT
1953 Tórarinn Evensen, HT
1955 Tórarinn Evensen, HT
1956 Tórarinn Evensen, HT
 
1972 Hans Petersen, VT
1973 Súni Ziska, HT
1974 Luitjen Apol, HT
1975 Luitjen Apol, HT
1976 Luitjen Apol, HT
1977 Hanus Joensen, KT
1978 John Jacobsen, VT
1979 Jens Chr. Hansen, TT
1980 Súni Ziska, HT
1981 Jens Chr. Hansen, TT
1982 Jens Chr. Hansen, TT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Torkil Nielsen, ST
1985 Jens Chr. Hansen, TT
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Bogi Ziska, STF
1988 Torkil Nielsen, ST
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Olsen, KTF
1994 Torbjørn Thomsen, KT
1995 Eyðun Nolsøe, KTF
1996 Rógvi W. Rasmussen, HT
1997 Rani Nolsøe, KTF
1998 John Rødgaard, VT
1999 Heini Olsen, KTF
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgaard, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgaard, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
 
 
FM-toppurin
 
Teir, sum hava verið føroyameistarar tríggjar ferðir ella oftari, eru hesir:
 
Palli Henriksen, HT 9
Helgi Dam Ziska, HT 5
Heini Olsen, KTF 5
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3

Favorittarnir vunnu

Allir, ið telvaðu við svarta fólkinum, vunnu í fyrsta umfari.
 
Tað var úrslitið á teimum fýra borðunum í Landsliðsbólkinum í FM-einstaklingakappingini í talvi, sum byrjaði í dag. 

Les meira »

So byrjar FM

100 ára jubileums FM-einstaklingakappingin 2023 fer av bakkastokki leygardagin 1. apríl. 
 
Í alt 68 telvarar eru við í teimum fimm bólkunum, sum kappast verður í. Tað er mesta luttøkan í átjan ár. Telvað verður á Finsen í Havn. Átta kappast um FM-heitið í landsliðsbólkinum, átta eru í 1. bólki, 24 í almenna bólkinum, 20 í unglingabólkinum, og átta verða við í veterankappingini.

Les meira »