Indlæser Begivenheder

« Alle Begivenheder

Net-Snar (GP 1)

oktober 18 @ 19:00 - 21:00

Leygardagin 18. oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Kappingin verður telvað á væl umtóktu heimasíðuni chess.com. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein hava brúkara á chess.com og verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com

Fyri at blíva tikin við í bólkin, so skal mann síggja, hvør eigur brúkaran. Kappingin byrjar leygardagin kl. 19. Telvað verða 9 umfør við tíðini 3 min. + 2. sek/leik. Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn. T.v.s. leygardagin kl. 18.00. Kappingin er at finna her: https://www.chess.com/play/tournament/5982605

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Meira kann lesast um ta kappingina her: Reglugerð fyri Grand Prix – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Detaljer

Dato:
oktober 18
Tidspunkt:
19:00 - 21:00
Hjemmeside:
https://www.chess.com/play/tournament/5982605

Sted

Chess.com
Se Sted hjemmeside

Arrangør

Talvsamband Føroya
E-mail
kappingarleidarin@faroechess.com
Se Arrangør hjemmeside