Indlæser Begivenheder

« Alle Begivenheder

  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

FM fyri einstaklingar 2024

marts 23 @ 14:00 - marts 29 @ 19:00

Gratis – DKK300

Sandavágs Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2024.

Kappingin

Kappingin verður í skúlanum á Giljanesi í døgunum 23. mars – 29. mars  2024.

Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Allir bólkar telva soleiðis:

1. umfar

Leygardagur

23. mars

kl. 14.00

2. umfar

Sunnudagur

24. mars

kl. 14.00

3. umfar

Mánadagur

25. mars

kl. 17.00

4. umfar

Týsdagur

26. mars

kl. 17.00

5. umfar

Mikudagur

27. mars

kl. 17.00

6. umfar

Hósdagur

28. mars

kl. 14.00

7. umfar

Fríggjadagur

29. mars

kl. 14.00

 

Átta teir hægst rataðu telvararnir telva í landsliðsbólkinum, 8 teir næstu telva í 1. bólki. Hinir telva í almenna bólkinum.

Vinnarin av landsliðsbólkinum er Føroyameistari og vinnur rættin til at verða við á OL liðnum.

Í Unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2024.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TSF fyri FM.

Veteranar

Hósdagin og fríggjadagin 28. – 29. mars verður skipað fyri óalmennum FM fyri veteranar. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek leik.

Kappingin er treytað av nóg stórari luttøku. Nærri verður lýst aftaná tilmeldingarfreistina.

 

Luttøkugjald og tilmelding

Unglingabólkurin           200 kr. 

Almenni bólkurin           300 kr. 

1. Bólkur                         300 kr.

Landsliðsbólkurin          300 kr. 

Heiðurslimir luttaka ókeypis.

 

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460-463.449.9 hjá Sandavágs Talvfelag í seinasta lagi týsdagin 19. mars.

Við tilmelding skal upplýsast: FM 2024, navn og bólkur.

Luttøkugjaldið í veteranbólkunum er 50 kr, og tilmeldast skal í seinasta lagi týsdagin 19. mars kl. 18.00.

Møguligir spurningar kunnu stílast Rógva Egilstoft tel. 271404.

 

Vinningar

Landsliðsbólkurin:
Nr. 1 – 6.000 kr.
Nr. 2 – 3.000 kr.
Nr. 3 – 2.000 kr.

 

1. Bólkur
Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr.
Nr. 3 – 1.000 kr.

 

Almenni bólkurin:
Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 –   500 kr.

 

Unglingabólkurin:

Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.

Steyp verða latin til nr. 1, nr. 2 og nr. 3 í øllum bólkum.

Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður fríggjadagin eftir seinasta umfar.

Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.

Við talvkvøðu

Sandavágs Talvfelag og Talvsamband Føroya

Detaljer

Start:
marts 23 @ 14:00
Slut:
marts 29 @ 19:00
Pris:
Gratis – DKK300
Begivenhed Kategori:
Hjemmeside:
https://faroechess.com/?p=9121

Arrangør

Sandavágs Talvfelag
Telefon
271404
E-mail
kappingarleidarin@faroechess.com

Sted

Skúlin á Giljanesi
Á Giljanesi 2
Sandavágur, Giljanes 360 Faroe Islands
+ Google Maps