Indlæser Begivenheder

« Alle Begivenheder

  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Børn og Ung (GP 3)

februar 7 @ 12:00 - 15:00

Leygardagin, 07. februar kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað í Stranda skúla. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.

Talan er um 3. kapping av 5, har luttakararnir kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin er skipað í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5 sek.

Støðan 4. flokkur og yngri sæst her: Samlaða støðan

Støðan 5. flokkur og eldri sæst her: Samlaða støðan

Øll eru vælkomin at luttaka, eisini tey, sum ikki hava luttikið í hinum kappingunum í ár.

 

Tilmelding

Melda til í seinasta lagi fríggjadagin 6. februar kl. 19.00, við at trýsta á leinkið niðanfyri:

4. flokkur og yngri

5. flokkur og eldri

Eru ivamál, kunnu tit venda tykkum til kappingarleiðaran við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com.

 

Barna Grand Prix

Til hvørja einstaka Barna Grand Prix kapping verður møguligt at vinna heiðursmerkir. Fyri at verða við í samlaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 3 av 5 kappingum, harav ein av teimum 3 skal verða finalan.

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

Nr. 1 fær 15 GP stig

Nr. 2 fær 12 GP stig

Nr. 3 fær 10 GP stig

Nr. 4 fær 9 GP stig

Nr. 5 fær 8 GP stig

Nr. 6 fær 7 GP stig

Nr. 7 fær 6 GP stig

Nr. 8 fær 5 GP stig

Nr. 9 fær 4 GP stig

NR. 10 fær 3 GP stig

NR. 11 fær 2 GP stig

NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Detaljer

  • Dato: februar 7
  • Tidspunkt:
    12:00 - 15:00