Indlæser Begivenheder

« Alle Begivenheder

  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

10. og seinasta umfar í liðkappingini 23/24

marts 9, 2024 @ 12:00 - 18:00

10. og seinasta umfar í liðkappingini verður telvað í skúlanum á Giljanesi í Sandavági. Umfarið byrjar klokkan 12.00.

Vit skulu gera vart við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Reglan er galdandi fyri allar deildir.

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. liði í 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Støður og úrslit síggjast her.

Stroymt verður beinleiðis frá 1. deild. Fylgjast kann við her: https://live.faroechess.com

Detaljer

Arrangører

  • Sandavágs Talvfelag
  • Talvsamband Føroya

Sted

  • Skúlin á Giljanesi
  • Á Giljanesi 2
    Sandavágur, Giljanes 360 Faroe Islands
    + Google Maps