Almenni bólkur

Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.

Les meira »

Eldra bólkur

Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.

Les meira »

Unglingar

Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.

Les meira »

Innbjóðing til FM

Innbjóðing til FM 2011 í Vestmanna

Vestmanna Talvfelag skipar í døgunum 16 apríl til og við 23 apríl 2011, fyri FM kappingingin fyri einstaklingar.

Kappast verður í landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki, unglingar og so verður eisini ein eldra bólkur.

Kappingin

Kappingin fer fram í aulini í Vestmanna Skúla í døgunum frá 16 apríl til og við 23 apríl.

Les meira »

Rokna rating

Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.

Les meira »

GP KTF-Kvik 2011 Helgi vinnari

22 luttakarar møttu til KTF-kvik leygardagin 26 februar. Hægst rataðu telvararnir í Føroyum, IM Helgi Dam Ziska og IM John Rødgaard vóru enn eina ferð til dystin fús, og myndaðu toppin alla kappingina. Fleiri 1. deildar telvarar vóru eisini við, og gjørdu at kappingin varð sera sterk. Av hesum kunnu nevnast Torkil Nielsen, Høgni E. Nielsen, Rani Nolsøe, Tummas M. Sólsker, Finnbjørn Vang og Herborg Hansen. Mest óvæntaða úrslitinum stóð Margar Berg tó fyri, hann vann á IM John Rødgard við svarta fólkinum – flott flott ! IM Helgi D. Ziska vann kappingina sannførandi við 6½ av 7 stigum, Finnbjørn Vang varð nr. 2 við 5½ stigum, meðan IM John Rødgaard, Margar Berg, Rani Nolsøe og Ingolf Gaard vóru javnir á 3. plássi. Ratingvirðislønirnar vunnu Janus Skaale, Sjúrður Olsen og Margar Berg. Hjartaliga til lukku allir samlir !

Les meira »

NM 2011 – 6. umfar: 1½ stig

6 umf2 (1)

 

Áðrenn seinasta umfarið hava vit fingið 12 stig til høldar.

 

Úrtøkan í hesum umfarinum var heldur sløk - vit fingu einans 1½ stig.

Teir ið fingu stig, vórðu Janus, ið vann, og Sjúrður, sum telvaði javnt.

Janus endaði við sínum 3½ stigum á einum flottum 4-5 plássi, og stóð seg sostatt best av føroyingunum!

 

 

 

Les meira »

NM 2011 – 4. umfar: 1½ stig

IMG_3331 (Medium)

IMG_3331 (Medium)

 

 

4. umfar gjørdist heldur soltið.

Sjúrður, ið vann sítt talv, og Rógvi, ið telvaði javnt, vóru teir einastu ið fingu stig hetta umfarið.

Í dag vóru vit annars eitt sindur runt í býnum. Meðan  onkrir (nakrir av havnamonnunum) valdu at fara at skoyta á einum uttandura skoytibana (akkurát sum í Havn), fóru aðrir at hyggja eftir tí størsta skí-hoppibananum (Holmenkollen) í heiminum, sum onkur vildi vera við. 

Stuttligt var eisini at fáa vitjan av einum garvaðum NM-ferðaleiðara, Martin Berg, sum er í Oslo í arbeiðsørindnum. 

4. umfar byrjaði við at allir telvarnir fingu køku frá svenskaranum, ið hevði føðingardag í dag. Sjálvt um Silas hevði vunnið á honum fyrrapartin, vildu hann kortini bjóða kaku.

 

 

Les meira »