Nú í næstum er ætlanin at leggja fram nýtt yvirlit yvir úrslitini í føroysku liðkappingini í talvi.
Tilfarið er komið í ljósmála eftir drúgvar rannsóknir og miðvíst arbeiði at fáa tað, sum nú er útvegað, at vera algongt hjá øllum.
Úrslitini í landskappingini í talvi í Føroyum hava tíverri ikki verið skjalførd. Talvsamband Føroya hevur frá fyrstu árum ikki lagt seg eftir at savna og varðveita alt tilfarið. Kappingarleiðari hevur verið alt tað, ið menn minnast, og feløgunum var álagt at flýggja honum alt tilfar eftir loknan dyst, bæði dómaraseðil og avrit av uppskrivaðum leikum í hvørjum talvi.
Men Talvsambandið hevði onga fasta mannagongd um, hvat gerast skuldi við alt hetta rúgvismikla tilfar, tá ið kappingin var lokin á hvørjum ári. Í dag verður tilfarið alt talgildað umvegis alheims talvdátugrunnin Chess-results. Í hesum grunni finnur tú úrslit og talv í føroysku landskappingini aftur til 2007. Tað, sum eldri er, liggur hult í támi.
Men nú verður so ein roynd gjørd at bjarga tí, sum bjargast kann
Varpa ljós á 1. deild
Lat tað beinanvegin vera sagt, at henda innsavningarroyndin fevnir bara um fremstu deildina, 1. deild, fyrr kallað A-deildin.
Tað hevur tó eydnast at fáa til vega endaliga úrslitið í hinum deildunum, og tað verður so krøkt upp í. Orka hevur ikki verið til annað í fyrsta umfari. At savna saman talvini í hvørjum dysti liggur eisini uttanfyri hetta fyrsta stigið í hesari innsavning.
Tað, sum dentur er lagdur á, er fyrst at fáa úrslitið í hvørjum dysti til høldar, og soleiðis eina fullfíggjaða kappingartalvu fyri hvørt ár, og – í øðrum lagi – at fáa til vega úrslitini fyri hvørt borð sær í øllum dystum í fremstu deildini, so at síggjast kann, hvørjir telvaðu, og hvussu úrslitini fullu.
Hetta hevur verið setningurin, men hann kann ikki røkkast til fulnar. Avbjóðingarnar hava verið mestar við elsta tilfarinum. Landskappingin byrjaði veturin 1970-71. Síðani hevur verið telvað regluliga um FM í liðkappingini. Fyrsta árið var bara tann eina deildin, árið eftir tvær, triðja árið vóru deildirnar fýra; ein C-deild og ein unglingadeild vóru nú komnar aftrat. Og soleiðis var í nógv ár.
70-árini eru tey kámastu. Borðúrslit hava vit bara fyri tvey av hesum árunum, afturfyri hava vit fullfíggjaða kappingartalvu fyri fleiri av árunum, tó ikki øllum, men tá hava vit kortini endaligu røðina í stigum. Men í einum føri standa vit at kalla á berum; kappingarárið 1974-75 er mestsum horvið í heilum líki.
Men tá vit førka okkum fram í 80-árini, tekur at lýsa í. Og frá 1982 hava vit at kalla fullfíggjað yvirlit fram til dagin í dag.
Talvteigar í bløðunum
Høvuðsmiðið í hesum rannsóknum hava verið føroysku avísirnar, sum hava hýst einum líkinda talvteigi. Høvdu hesir talvteigar ikki verið, stóð illa til. Gunnar Reynslág legði við sínum vala talvteigi í Dimmalætting frá á vári 1972 til á heysti 1974 grundina til nágreiniligar frásagnir frá hvørjum dysti sær í liðkappingini.
Hendinga aðrir talvteigar eru okkurt stutt skifti í øðrum avísum í 70-árunum, men skrivingin um liðkappingina er tá meira óreglulig og minni nágreinilig. Vend kemur ikki í fyrr enn um ársskiftið 1981/82. Tá sæst nýggjur talvteigur í Dimmalætting, sum líkist tí, sum var, tá ið Gunnar Reynslág setti gongd á. Hesin talvteigurin, sum Suni Merkistein skrivar, lýsir nágreiniliga føroysku landskappingina til og við 1985.
Mannagongdin var tann, at ringt var hvørt sunnukvøld til kappingarleiðaran at fáa úrslitini. Gutti Petersen, sum var kappingarleiðari tey árini, las tolin og trúfastur upp fyri fríyrkisjournalistinum øll tey einstøku úrslitini fyri hvørt umfar, sum hann fyrr á kvøldi eins tolin hevði skrivað upp, tá umboðsmenn fyri øll heimalið ringdu hann upp við sínum úrslitum, borð fyri borð, og dyst fyri dyst. Hetta vóru tí ofta drúgvar telefonsamrøður, men soleiðis vóru treytirnar tá á døgum, áðrenn nakað internet var komið, ella tíansheldur telefax. At avrit av dómaraseðlum við einum klikki kunnu varpast aftur og fram við fartelefonum, sum nú er vanligt at gera, var ikki hugsingur um tá. Kappingarleiðarin hevði tí telefonvakt – at kalla skrivstovutíð – alt sunnukvøldið.
Bogi Ziska skrivaði um ársskiftið 1985/86 eitt sindur um liðkappingina í talvteigi í ritinum “Alt um Ítrótt”, men gevst so á hálvari leið.
Leif Kristensen, sterkur danskur telvari, sum búleikaðist í Føroyum eitt skifti frá miðskeiðis í 80-árunum, tekur nú stafettina. Hann skrivar regluligan talvteig í Dimmalætting í eini tvey ár, og lýsir væl føroysku kappingina. Hann flytur so aftur til Danmarkar at búgva á heysti 1988, og gevst tá við skrivingini.
Heini Olsen skrivar eitt stutt skifti í 1989 í Sosialinum, men nú byrja bløðini so smátt sjálvi at fylgja við í landskappingini í talvi. Hin talvhugaði journalisturin Grækaris Djurhuus Magnussen ger góðan mun, tá ið hann er tíðindamaður á bløðunum. Eitt skifti fer Leif Kristensen aftur at skriva um talv í Dimmalætting. Hóast hann býr í Danmark, roynir hann eftir førimuni at fylgja við í føroysku kappingini. John Rødgaard skrivar hesi árini eisini um talv í Sosialinum, men leggur ikki so stóran dent á siga frá hvørjum dysti í føroysku kappingini.
Ymisk mið
Henda blaðskrivingin bøtir tó verri enn so øll holini. Neyðugt hevur tí verið at royna onnur mið eisini. Tað hevur eydnast at fáa fatur á ringbindum, sum onkur fyrrverandi kappingarleiðari hevði í sínari varðveitslu. Her skal Helgi Joensen á Toftum nevnast. Frá honum fekst í síni tíð tilfar frá kappingarárunum 1988/89 og 1989/90, sum lítið var skrivað um í bløðunum. Onnur ringbind, sum fevna um kappingarárini 1992/93 og 1993/94 funnust í tilfari, sum Talvsambandið hevði liggjandi á fyribils goymslu. Niclas Joensen, sum var kappingarleiðari okkurt skifti bæði í 80-unum og serliga 90-unum, hevur av sínum eintingum syrgt fyri at goyma dystar- og borðúrslitini tey árini.
Eydnan hevur eisini verið hent í øðrum føri. Kappingarárið 1985/86 tóktist leingi at fáa somu lagnu sum hitt skalluta kappingarárið 1974/75, men so av berari tilvild var í goymslu í hølum Havnar Telvingarfelags gingið fram á skitsu til ratingútrokning fyri júst hetta kappingarárið. Her fekst alt í heilum líki. Og tá ið borið var saman við tey hendinga úrslit, sum blaðið “Alt um Ítrótt” hevði frá somu kapping, samsvaraði alt til fulnar.
Í øðrum føri var komið fram á fullfíggjað úrslit í 1. deild kappingarárið 1990/91, sum lítið var skrivað um í bløðunum. Hetta yvirlit hevði ratingútroknari eftir umbøn flýggjað áhugaðum telvara við telefaxi, og til alla lukku kom hetta telefax í ljósmála, tá leitað var.
Her kann nevnast, at sóknast hevur til fánýtis verið eftir skjalførdum yvirliti hjá teimum, sum hava fingist við at rokna ratingtølini út. Ratingtøl hava verið roknað í Føroyum síðan 1980, men sum skilst hevur uppgávan fyrst og fremst verið at rokna úrslitini út, og tá ið listin er klárur, hevur tilfarið, sum útroknararnir hava sitið við, verið ruddað burtur.
Tá komið er inn í 90-árini fara føroysku avísirnar so smátt at gera meira burturúr ítróttaskriving, og talvúrslit gerast ein nátúrligur partur av øktu ítróttaskrivingini. Í seinnu hálvu av 90-unum síggjast talvteigar aftur í bløðunum. Carl Eli Samuelsen skrivar í nøkur ár regluliga um talv í Sosialinum, og Eyðun Nolsøe í Dimmalætting. Føroyska liðkappingin er tá í tryggum hondum.
Og so eru vit brátt komin inn í talgildu øldina, og við henni dátugrunninum chess-results.
Suni og Rógvi
Tað eru teir báðir Suni Merkistein og Rógvi Egilstoft, sum av sínum eintingum eru farnir undir at savna og leggja fram úrslitini í liðkappingini í talvi. Suni hevur putlast við at fáa fatur á tilfarinum, og Rógvi hevur arbeitt við uppseting og talgilding.
Hvørt tíggjuáraskeið verður tikið fyri seg. Sagt verður í stuttum frá kappingunum, ár fyri ár. Fyrst verða 70-árini løgd fram. Tey eru, sum áður nevnt, rættiliga ófullfíggjað.
80-árini eru frá 1982 at kalla fullfíggjað. 90-árini eru næstan fullfíggjað, men tað hevur ikki eydnast at fáa øll borðúrslit fyri summar av dystunum kappingarárið 1991/92.
Vónandi er, at onkur hevur okkurt liggjandi, sum tað ikki hevur eydnast at fáa hendur á. Tað vísir seg tildømis, at okkurt talvfelag hevur í sínum lagi skrivað upp nágreiniliga egin úrslit í eitt nú gerðabøkur felagsins. Her má Sandavágs Talvfelag nevnast. Teir hava øll tey nógvu, fyrstu árini skrivað upp úrslitini í liðkappingini hjá teirra liðum, borð fyri borð. Høvdu onnur feløg gjørt sum teir, hevði tað verið eitt spæl at rekonstruera gomlu árini. Men hesi miðini eru helst ikki fulltroytt. So gott í tykkum, sigið endiliga frá, um okkurt er, sum leggjast kann aftrat tí, sum nú er savnað. Skipanin er jú soleiðis, at tøppast kann inn so hvørt, sum tað legst aftrat.
Talvsamband Føroya Faroechess