Vágamenn stavnin undan

Bæði oddaliðini vunnu stórsigrar í sjeynda umfari í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin. Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag vundu úr B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, og otaðu seg eitt hálvt stig framum A-liðið hjá havnarmonnum. Sandavágur hevur nú 21½ stig, Havnin 21. Fimm stig eru aftur til Klaksvík á triðja plássi, ið sostatt má metast at vera gliðið úr FM-stríðnum.

Les meira »

Framvegis stavn um stavn

Tað stendur framvegis á jøvnum millum oddaliðini í landskappingini í talvi. Sandavágsmenn og havnarmenn fylgjast í toppstríðnum. Bæði hava 17½ stig hvørt eftir seks av tíggju umførum.   Seinnapartin verður telvað í øllum deildum. Tá eru dystirnir í sjeynda umfari á skránni.   Dystirnir í fyrsta umfari í seinnu hálvu í landskappingini broyttu ikki støðuna. Sætta umfar var hitt fyrsta í nýggja árinum eftir steðgin um árskifftið. Sjøtil var settur á hetta umfar fyri tveimum vikum síðani, men korona hevur tarnað so mikið, at ikki fyrr enn fríggjakvøldið í hesi vikuni var alt liðugt.

Les meira »

GP3 verður telvað á netinum

Eftir ætlan skuldi Rókur-Open verða telvað í vikuskiftinum, men avgjørt er at hava eina talvkapping á netinum ístaðin, nú nógv korona smitta er í samfelagnum. Kappingin verður leygarkvøldið kl. 18.00.

Les meira »

Stavn um stavn

Sandavágsmenn koppaðu oddaliðnum úr Havn í toppdystinum í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag.   Nú stendur á jøvnum millum vágamenn og havnarmenn í fremstu deildini. Bæði liðini hava 15 stig hvør, og eru fýra stig undan triðja liðnum í røðini.    Kanska fáa vit aftur eina beinleiðis FM-finalu, tá oddaliðini hittast aftur í seinasta umfari 26.mars.

Les meira »

Vágamenn gera bart

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag bjóða nú av álvara oddaliðnum úr Havn av í landskappingini í talvi.    Í útsetta dystinum í fjórða umfari í fremstu deildini millum Sandavág og Klaksvík B. í gjárkvøldið  vóru vágamenn eirindaleysir og vunnu 4-0.   

Les meira »

Havnin styrkti oddastøðuna

Havnarmenn flongdu klaksvíkingar í toppdysti í talvi í gjárkvøldið. Tveir av dystunum í fremstu deildini í fjórða umfari í landskappingini í talvi, sum upprunaliga varð útsett vegna koronu, vórðu spældir í gjár.   Oddaliðið hjá Havnini styrkti sína støðu við stórsigri á Klaksvíkar Talvfelag. Havnarmenn vunnu 3½-½. Klaksvíkingar kendu ivaleyst sviðan av, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, ikki var við. 

Les meira »

Føroyar frammarlaga í talvi

Nú altjóða talvsamgongan FIDE um nýggjársleitið dagførdi styrkitølini hjá telvarum um allan heim, sæst, at Føroyar nú tátta í tann ovasta triðingin av londum í øllum heiminum. 

Les meira »

Úrslit frá NM úttøkukappingini

Í gjár vóru finalurnar í NM úttøkukappingunum leiktar í Klaksvík.  Tveir teir bestu telvarirnir í hvørjum vunnu sær pláss at telva í NM fyri børn og ung, ið verður telvað í Svøríki í februar 2022.

Les meira »

Finala í NM-úttøkukappingini

Finalan til Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 11. desember kl. 11.00 í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik. Tillagingar kunnu verða gjørdar. Kappast verður í fimm aldursbólkum, og tvey tey bestu sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Svøríki í februar 2022.

Les meira »