Havnarmenn vunnu

Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan á tíggju borðum millum Havnar telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag var sum vant í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen eftir kappróðurin í gjár. Hesaferð vunnu havnarmenn. Úrslitið var 6½ – 3½.

Les meira »

Ólavsøkutelving á Finsen

Aftur í ár fara havnarmenn og klaksvíkingar at kappast á tíggju talvborðum ólavsøkuaftan. Byrjað verður eftir kappróðurin klokkan 18. Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Telvararnir fáa fimtan minuttir í part til talvið umframt tíggju sekund fyri hvønn leikin.

Les meira »

Føroyski toppurin dagførdur

Úrslitini í FM-kappingini í talvi um páskirnar síggjast aftur í spildurnýggja styrkilistanum, sum altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt um mánaðarskiftið.   Onkur gongur fram, annar aftur. Vit síggja, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur aftur togað seg uppum 2400-markið, bróðirin Rógvi er komin fyri seg aftur eftir laka úrslitið í FM-einstaklingakappingini í fjør, vánaliga FM-úrslitið hjá Olaf Berg á páskum verður kontant avroknað í nýggja mai-yvirlitinum, góða FM-úrslitið hjá Carl Eli Samuelsen sæst aftur, o.s.fr.

Les meira »

NM fyri gentur 2023 – endaspurturin

Sunnudagin vóru 2 tey seinastu umførini av NM fyri gentur telvað á hesum sinni. Føroysku genturnar hava telvað væl, og lært so nógv við at hava verið við í sterku kappingini. 2 stig komu til høldar til Føroyar, og má sigast at vera eitt flott avrik frá tveimum teimum yngstu luttakarunum í U13 bólkinum. Bæði stigini vann Lisa J. Xin okkum í gjár.

Les meira »

Steypakappingin 2023

Steypakappingin varð hildin leygardagin 22/4 á Eiði. Talvfelagið Rókur hevur veruliga roynt seg sum fyriskipara seinasta árið við FM fyri einstaklingar í 2022, síðani FM í kvik- og snartalvi og nú steypakappingina. Stórt rós til felagið og fólkini rundan um.

Les meira »

Dagur 2: NM fyri gentur í svøríki

Í dag vóru 2. og 3. umfar telvað í NM fyri gentur 2023. Í 2. umfari møtti Natasja Mørkøre finsku Mehr Bhaumik (1208 í ratingstigum). Natasja kom væl frá byrjanini, og telvaði trygt og væl líka inntil 18. leik. Tá yvirsá hon hvussu

Les meira »

NM fyri gentur er í Svøríki

Føroyar eru fyri fyrstu ferð í mong ár umboðaðar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í talvi, sum hesar dagarnar verður telvað í Helsingborg í Svøríki. Føroysku luttakararnir eru Natasja Mørkøre og Lisa J. Xin. Tær telva við í yngsta bólkinum (C), sum er U13.

Les meira »

Havnar Telvingarfelag 100

Havnar Telvingarfelag fyllir í dag 100 ár. Tað var stovnað 18. apríl 1923, og var í nógv ár einasta virkna talvfelag í landinum. Tað vóru frægir menn, sum settu skorður undir felagið í síni tíð. Av teimum fimm, sum kallaðu saman til stovnandi aðalfund og mannaðu fyrstu nevndina, eru tríggir, sum hava virkað sum borgarstjórar í Havn: Jóhs. O. Joensen, M.A. Jacobsen og J.P. Henriksen.

Les meira »

Innbjóðing til steypakapping 2023

Steypakappingin verður telvað leygardagin 22. apríl á Eiði. Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2022/23 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.

Les meira »