Íslendingur á odda á Eiði

Óvæntað hevur íslendingurin Ádam Ómarsson lagt seg einsamallan á odda í talvkappingini Janus Open á Eiði.  Hann hevur sum hin einasti av øllum vunnið hvørt talv, nú fimm umfør eru avgreidd. Eftir styrkitølunum stóð Ómar sum hin fimtandi í røðini, so hann hevur tikið øll á bóli.  Útlendsku telvararnir gera um seg í kappingini. Fremstu sjey telvararnir eru allir útlendingar. Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini, er í løtuni nummar átta í røðini. Høgni hevur tapt eitt talv, móti øðrum íslendingi, Páll Gauti Jónsson.

Les meira »

Talvkapping á Eiði spreingir mørk

Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum norðuri á Eiði hetta vikuskiftið. Yvir hundrað telvarar - fleiri eru komnir úr útlondum - eru við í kappingini Janus Open, sum byrjaði í gjárkvøldið, og heldur fram í dag og í morgin. Púra óvæntað er ovurstórur áhugi fyri hesari kappingini, sum er ein av fleiri í grand prix-røðini, sum Talvsamband Føroya hevur á skránni í vetur. Í alt 103 telvarar eru við. Meginparturin føroyingar, men danir, íslendingar og spaniólar eru eisini við.

Les meira »

Javnleikur í toppdysti

Tað er stórur spenningur í 1 deild - bæði í toppi og botni. Tað er støðan eftir dystirnar í fimta umfari, sum í vórðu telvaðir í hølum Havnar Telvingarfelags á Finsen í dag. Í oddanum syrgja havnarmenn og sandavágsmenn sum vant fyri undirhaldinum og hørðu FM-orrustuni, og í niðaru hálvu er óvanliga hørð kapping í ár.

Les meira »

Toppdystur í morgin

So er talvfólkið stillað upp aftur. Í morgin sunnudagin er fult umfar í landskappingini í talvi fyri lið. Telvað verður í øllum fýra deildum.

Les meira »

Útsettu dystirnir telvaðir

Fleiri dystir í landskappingini í talvi komu upp í røkur av illveðrinum, sum var vikuskiftið 23.-24 november, tá fjórða umfar í liðkappingini var á skránni.   Nú hevur eydnast at avgreiða allar útsettu dystirnar í øllum deildunum. 

Les meira »

JANUS OPEN

Skipað verður fyri minningartalvkapping í Kolshøll á Eiði vikuskiftið 17. januar – 19. januar 2025. Janus í Løðuni var ein týðandi partur av talvfelagnum Róki, og vilja vit tí við hesi kapping minnast Janus, sum bleiv tikin frá okkum alt ov tíðliga. Janus andaðist 6. juli 2024, einast 46 ára gamal.

Les meira »