Tað er spenningur við lít fyri seinasta umfar í FM-kappingini í talvi í morgin Langa fríggjadag. Kappingin stendur millum tríggjar telvarar, ið allir kunnu strúka avstað við FM-heitinum. Tað er stórur møguleiki fyri, at tað kemur at standa á jøvnum millum tveir av hesum trimum, soleiðis at FM-heitið skal avgerast við umdysti. Um so er, verður avgerðin at bíða til páskaaftan leygardagin.
Les meira »FM 2021: myndir frá 6. umfari
Myndir frá 6. umfari
Les meira »Remis í toppdysti
Oddamenninir í FM-kappingini í talvi, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen, spældu javnt í fimta umfari mikukvøldið. Støðan var púra jøvn allan vegin. Báðir telvaðu lýtaleyst, men eisini varisliga. Hvørgin vildi av álvara satsa. Eftir 34 leikir samdust teir um remis í avgreiddari støðu.
Les meira »FM 2021: myndir frá 5. umfari
Myndir frá 5. umfari
Les meira »Hans Kristian framvegis ósigraður
Hans Kristian Simonsen er flúgvandi í FM-kappingini í talvi. Hann vann aftur í dag, og hevur nú fýra sigrar á rað í meistarabólkinum. Men Martin Poulsen er bara eitt hálvt stig aftari, og tí verður dysturin teirra millum í fimta umfari í morgin ógvuliga spennandi.
Les meira »FM 2021: myndir frá 4. umfari
Myndir frá 4. umfari
Les meira »FM 2021: myndir frá 3. umfari
Myndir frá 3. umfari
Les meira »Hans Kristian á odda
Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag hevur lagt seg einsamallan á odda við fullum stigatali eftir triðja umfar mánakvøldið í FM-einstaklingakappingini í talvi í Klaksvík.
Les meira »FM 2021: myndir frá 2. umfari
Myndir frá 2. umfari
Les meira »FM 2021: myndir frá 1. umfari
Her eru nakrar myndir frá 1. umfari
Les meira »