Í Nordic Girls Chess Championship vann Lisa J. Xin úr Føroyum fýra talv og gjørdi javnt í einum, og fekk sostatt 4½ stig av 5 møguligum. Við hesum úrsliti tryggjaði hon sær heitið sum Norðurlandameistari í gentutalvi. Føroyar vóru eisini umboðaðar av Natasju Mørkøre, sum fekk eitt stig í hesi sterku kapping. Helena Egilstrøð Jensen ið er búsitandi í Danmark var eisini við í kappingini, og planurin er at hon skal skifta til at umboða Føroyar í frammtíðini Vit ynskja bæði Lisu, Natasju og Helenu hjartaliga tillukku við luttøkuni og góða innsatsinum!
Les meira »Lisa gjørdi bart!
Lisa J. Xin er norðurlendskur meistari fyri gentur í bólkinum fødd í 2012 og seinni. Við sannførandi telving lat Lisa ongan iva verða um hvør var stinnast í bólkinum. Lisa var styrkismett nr.9 í bólkinum, men telvaði alla kappingina við tryggleika og flogviti. Hon byrjaði kappingina við at vinna móti einum dana. Síðani vann hon móti finskari gentu í 2. umfari, og vann Lisa virðisløn fyri besta talv tað umfari. Í 3. umfari vann Lisa á íslendskari gentu og síðani einari norskari í 4. umfari. Avgerandi talvið í 5. umfari var móti finskari gentu, styrkismett nr. 3 í kappingini. Vinnarin av talvinum fór at standa eftir við øllum. Nógv stóð tí uppá spæl. Lisa fekk tíðliga í talvinum, eina sterka miðju og fyrimun í støðuni. Hetta gagnnýtti hon til at vinna sær eina finnu. Javnleikur var nóg mikið til at vinna norðurlendska meistaraheitið, so í einari støðu við greiðum fyrimuni …
Les meira »Komandi FM-kongurin
Høgni Egilstoft Nielsen – fimmfaldi FM-meistarin. Metið er í eygsjón. 27 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er aftur føroyameistari í talvi. Langa fríggjadag vann hann fimta FM-sigurin higartil. Nú restar bara ein FM-sigur í til at leggja seg upp á síðuna á stórmeistaranum Helga Dam Ziska, sum av núlivandi føroyskum telvarum eigur flestar FM-sigrar. Av okkara bestu telvarum hevur Høgni verið ein hin ídnasti luttakarin í Landsliðsbólkinum seinnu árini í árligu FM-einstaklingakappingunum í klassiskum standardtalvi. Sum nýklaktur altjóða meistari var hann rímiligt favorittur at vinna í ár, men ikki óvæntað gav meistarin árið fyri, Luitjen Akselsson Apol, honum skarpan gang.
Les meira »Høgni føroyameistari 2025
Tað gekk enn einaferð hjá Høgna! Tá eg tosaði við Høgna áðrenn FM kappingin byrjaði segði hann, at hann fór eftir øllum telvarunum í kappingini.
Les meira »Háspenningur í luftini!
Í dag verður seinasta umfar í ársins FM kapping fyri einstaklingar telvað í Skúlatrøð í Klaksvík. Byrjað verður klokkan 14:00. Spenninginum standa Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen fyri.
Les meira »Luitjen pressar!
Hóast Høgni hevur eina ótrúðliga 100 prosents skorðu, nú einans eitt umfar restar í, so er hann ikki sloppin leysur av Luitjen. Burtursæð frá javnleikinum í fyrsta umfarinum, so hevur Luitjen nevnliga vunnið øll talvini, og liggur framvegis einans eitt hálvt stig aftanfyri Høgna. Við tí hava vit fingið dreyma finaluna í ársins FM kapping á seinasta kappingar degnum millum Luitjen og Høgna.
Les meira »Høgni í knúsandi álopi!
Í dag rak Hans Kristian út í eitt Egilstoft ódnarveður, sum hann onki fekk gjørt við. Í eini javnari støðu, sum uppstóð við tí sokallaðu Reti byrjanini, lat Høgni í allari stillheit sína a finnu standa í blonkum deyða, meðan hann byrjaði ein sannan finnu storm á tí alt avgerandi miðjuni í talvinum. Hans Kristian beit á og tók a finnuna við frúnni. Gaman í fekk hann eina finnu, og tað var jú legendariski Bobby Fischer, sum á sinni segði: a pawn is a pawn!
Les meira »Høgni vinnur alt!
Aftur í dag vann Høgni eitt fínt talv. Tað var við hvíta fólkinum móti Elias, sum hevur fjórðhægsta styrkistalið í kappingini og sum áðrenn kappingina kundi roknast sum ein vandamikil outsidari. Men í dag var eingin ivi. Elias valdi ein Karokann í dag og alt gekk leingi eftir ætlan. Jøvn støða, nógvar avbýtingar og útlit fyri javnleiki. Men brádliga vann Høgni sær meiri pláss á borðinum og Elias var trýstur aftur í defensivin. Báðir høvdu rók og bispapar. Men fólkið hjá Høgna stór aktivari. Aftaná nógv dammarí aftur og fram var spurningurin, um Høgni fór at megna at bróta ígjøgnum verjumúrarnar hjá Eliasi. Tað eydnaðist Høgna at undirminera finnustøðuna frúgvamegin og fáa eina vandamikla frífinnu á c linjuni. Júst tað finnuna offraði Høgni fyri at fáa sín kong inn í støðuna Elias og tað endaði við, at hann fekk tvær frífinnur, eina á e linjuni og eina á g linjuni …
Les meira »Høgni Egilstoft Capablanca?
Ja, so kenna vit Høgna aftur. Petur Gardar flytur 1. e4. Høgni svarar 1… a6! og vit hava eitt langt kamptalv fyri framman, sum ikki skal enda við javnleiki. Høgni endaði við tí tiltikna bispaparinum, og frá tá av var tað næstan sum at síggja endatalvs teknikkin hjá sjálvum Capabalnca. Við einføldum snildum fekk Høgni lirka finnustøðuna hjá Petur upp og tá avtornaði hevði hann tvær finnur meira og Petur valdi at leggja kong. Við sigrinum í dag hevur høgni sligið sína favoritstøðu púra fasta. Trý stig eftir trý umfør og 100 prosent skora. Tað er nú givið, at Høgni fer eftir teimum øllum!
Les meira »Innbjóðing til steypakapping 2025
Steypakappingin verður telvað leygardagin 26. apríl í Skúlaheiminum í Marknagili. Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2024/25 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess