Heim / Ymiskt / Ymiskt (síða 3)

Ymiskt

2. Jóladag snar KTF

Til stuttleikar kann tó nevnast, at hesir útisetar og nýbyrjarar ikki er ókendir fyri fólkum flest.

Steffan Kalsø kenna vit frá KÍ, Rógvi á Tjaldrafløtti spælir við "kultbólkinum" Grandmas Basement og Leif Andersen (beiggi Lenu Andersen).

hevur sløkt mangan tostan sum seljari av vatni, kaffi vm.

Eisini lokali trobadururin Mannbjørn Anthoniussen var møttur úr flatlondum, Terji Petersen kom úr Fíggjarmálaráðnum at halda skil á stigatalvuni, Janus Skaale kom við íblástri frá HDZ, Finnbjørn Vang var við sum ífylla, og Rani Baldursson hevði eisini ein fingur við í spælinum 😉

 

Endaliga støðan eftir umdyst:

 

Finnbjørn 6½

Rani B. 6½

Terji P. 5

Mannbjørn A. 3½

Janus S. 3

Steffan K. 2

Leif A. 1

Rógvi á T. ½

Faroebase

Snartalv á Ólavssøku

Snartalv á Ólavssøku

28 juli kl. 19 skipar Havnar Telvingarfelag fyri snartalvkapping.
Telvað verða 7 umfør og tilmelding er á staðnum millum 18.30 – 19.00.

Øll eru vælkomin.

 

Havnar Telvingarfelag

Íslandsdysturin

Landsdysturin millum Ísland og Føroyar, verður ætlandi telvaður í Akureyri 5 – 8 august.

Kostnaðurin verður kr. 1000-1500 fyri hvønn telvara. Onnur áhugaði kunnu eisini ferðast við, men gjalda tó sjálvi ferðaseðilin.

Liðið er nú mannað, men enn er pláss fyri tveimum telvarum afturat. Um áhugi er fyri at luttaka, sigi so frá sum skjótast.

Vinarliga boða frá á +45 41585758 ella kappingarleidarin@gmail.com  um tú ert áhugað/ur.

 

Liðið higartil:

IM John Rødgaard

Sjúrður Thorsteinsson

Wille Olsen

Herluf Hansen

Andreas Andreasen

Arild Rimestad

Wensil Højgaard

Rógvi Olsen

 

GP-Finalan flutt til 30. apríl !

Grand Prix Finalan verður telvað leygardagin 30 apríl.

Ikki sum áður lýst 9. apríl.

Nærri verður lýst seinni.

 

Talvsamband Føroya