Heim / Ymiskt / Ymiskt (síða 2)

Ymiskt

ST OPEN

 

Stað

Talvhølið í Sandavági

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin  8 nov. kl. 18.00, tá ið 1. umfar verður telvað.

Leygardag verður 2. og 3. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð

Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 kr unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 08. nov.

Tilmelding

Tilmelding á egilstoft1992@hotmail.com ella 532700, í seinasta lagið hósdagin kl. 20.00

 

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Icelandic Chess Championship

The Icelandic Chess Championship was held for the first time in 1913. So for the 100th anniversary, the tournament will be in a completely different format than in the last 99 years, when the tournament was usually a Round Robin for 10 to 12 players.

So now the tournament will be totally open for everyone – and held during summertime. That is when the sun is shining almost all day and all night! So for the usual visitors to the Reykjavik Open,they would see Iceland and Reykjavik in a totally different light than in February and March.

The tournament will be held on the 20th floor in “The Tower” in Borgartun 10-12, only 15 minutes from downtown Reykjavik, the top floor on the tallest building in Iceland. In this new glasshouse building, there is a without question the most spectacular view over all of Reykjavik and its surroundings. The Icelandic Chess Federation therefore continues its recent tradition on only offering truly spectacular playing venues for its tournaments!

Already registered are all the strongest Icelandic professional players. The tournament now will also include the Icelandic Women Championship.

The tournament is now for the first time open to all foreign players. The entrance fee is €100 but there is 50% discount for youth players (born 1996 and later). No entrance fee for titled players.

The total prizes are €6.000. More information on this website or contact us by e-mail

If you want to see Iceland in totally different light – The Icelandic Open Championship might be the opportunity!

Flights to Iceland can be found at www.dohop.com and possible hotels can be found on various places, for example, www.hotels.com and on http://www.booking.com.

Registration is here: https://chess-results.com/anmeldung.aspx?lan=1&ggid=96129

 

Website: http://icelandicopen.com/

 

Regards,

Gunnar

RÓKUR OPEN 2014

 

Eins og undanfarnu ár bjóðar Talvsamband Føroya øllum vælkomnum at luttaka – stórum sum smáum!

Kappingin byrjar fríggjadagin 17. Januar kl. 19. Sí Skrá niðanfyri:

 

Umfar:

1.     Fríggjadag kl. 19

2.     Leygardag kl. 10

3.     Leygardag kl. 14

4.     Sunnudag kl. 10

5.     Sunnudag kl. 14

 

Áhugaði kunnu antin sms’a til tlf:   22 14 22    Finnbjørn

– ella senda teldupost til:                                                                                    faroechess@faroechess.com

Tilmeldingarfreistin er  kl. 12 fríggjadagin 17. januar 2014

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn og ung undir 20 ár.

 

Við talvkvøðu

Talvsamband Føroya

 

NM-úttøkukapping í Kollafirði

Kappingin verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1993-95 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2000-01 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2002 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna:

Telvað verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið.  Byrjað verður kl. 13 í Kollafjarðar Skúla. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 2. november 2012 kl. 20.00.

 

2. kappingin verður í Vestmanna  09 – 11 november 2012 (VT-Open)

Meldið til á tlf. 22 14 22  – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA

 

GP 2013/14 Innbjóðing Finalan

 

Finalan er 9. og seinasta kappingin hetta kappingarárið. Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.

 

Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu kappingina í ávikavíst 2007 og 2008.

Helgi Dam Ziska vann Grand Prix í 2009,2010, 2011. Olaf Berg vann í 2013. Rógvi Egilstoft Nielsen sum vann í 2012 liggur í oddinum, undan seinasta umfarinum 2014. 

 

 

Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.

Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 15. minuttir í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100. 

Vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 25. apríl kl. 18.00 á tlf. 53 27 00 (Torkil)

 

TALVSAMBAND FØROYA

VT Open úrslit

VT Open er júst liðug og gjørdust vinnararnir 3 í tali.
Olaf Berg, Rógvi E. Nielsen og Høgni E. Nielsen endaðu allir á 4 stigum av 5 møguligum.

Ratingvirðislønina vann Joen Pauli Johannesen við 3 stigum.

 

Finn Larsen hevur tikið fleiri myndir frá kappingini, tær kunnu síggjast inni á Facebook bólkinum "Talvtos"

 

Samlaða støðan sæst á vinstra bredda undir aktuelt.

Innbjóðing VT-Open

Hervið verður bjóðað til VT-Open í Vestmanna Skúla í døgunum 23-25 mars 2012.
Kappingin er partur av samlaðu grandprixkappingini.
Kappingin byrjar fríggjadagin 23. mars 2012 kl. 18.00.
Leygardag og sunnudag verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.
Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sek fyri hvønn leik.
Virðislønir (pengar) verða latnar nr. 1,2 og nr. 3, umframt ratingvirðislønir.
Luttøkugjaldið er kr. 100 vaksin, ung. 50 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telva verður fríggjakvøldið 23. mars.
 
Meldast kann til við at senda teldupost til Jákup á Rógvu Andreasen jakup1980@live.dk

Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr67905.aspx?lan=7

Seinasta freist at melda luttøku er hóskvøldið 22. mars  kl. 19.00
 

Vælkomin til Vestmannar!

Vestmanna Talvfelag

NM fyri ungdóm: Hósdagur 16.02

NMFelags2012_LargeNM-hópurin er komin til Finnlands í øllum góðum. Flogið var úr Føroyum árla á morgni, og eftir stuttan steðg og millummála í Kastrup hildu vit víðari til Helsinki. Á flogvøllinum í Finnlandi stóð ein bussførari stóð fyri okkum við einum skelti, sum segði “Finnbjorn Vang”. Hann koyrdi okkum á hotellið, og kl. 19 høvdu øll tjekkað inn og fingið lyklar.

 

Á flogvøllinum í Keypmannahavn fall prátið á kend fólk, vit hava sæð. Onkur segði seg einaferð hava sæð Michael Laudrup á flogvøllinum, og ein annar vildi vera við, at hann hevði gingið heilt tætt fram við Peter Schmeichel. Stutt eftir komu tveir av telvarunum, sum ikki høvdu verið við í prátinum, algoystir yvir at boða frá, at teir júst høvdu borið eyga við Caroline Wozniacki. Tíanverri vóru vit júst tá á veg yvir til fráfaringarhølið, so fotografurin fekk onga mynd.

 

Vit búgva og telva á einum hotelli, sum sambært móttøkudamuni sjálvari liggur “in the middle of nowhere”. Her er tó hugnaligt við skógi og kava umhvørvis, og umstøðurnar á staðnum eru framúr. Vit búgva í rúmligum dupulkømrum, og her eru bæði svimjihylur og hitarúm, sum summi í hópinum longu hava  roynt. Umstøðurnar at telva eru – eins og seinast NM varð hildið í Finnlandi – ikki til at seta fingurin á. Gott er við plássi, og heili 17 liveborð eru sett upp til beinleiðis varping. Í elsta bólkinum, A-bólkinum, verða øll 6 talvini víst beinleiðis. Í B, C og D verða 3 talv víst í hvørjum, og í E-bólkinum verða 2 talv víst. Hópurin hevur havt taktikkfund í kvøld, og vit hava gott mót til fyrsta umfarið, sum byrjar í morginárini kl. 11 føroyska tíð (13 finnlendska tíð).

 

Paringin til 1. umfar er hendan:

 

A: Nielsen, Rógvi Egilstof (2137) – Jacobsen, Heiðrikur Tindskarð (1899)

B: Christensen, Casper (1955) – Jacobsen, Rúni Tindskarð (1478)

C: Norlin, Egor (2005) – Eyðsteinsson, Silas (1763)

C: Machlik, Monika (1718) – Nielsen, Høgni Egilstoft (1978)

D: Finnson, Eli W. (1334) – Bhatnagar, Kunal (1813)

D: Demidov, Jan (1786) – Brimnes, Bjarni (1000)

E: Skaale, Janus (1180) – Stefansson, Vignir Vatnar (1461)

E: Weihe, Ragnar (1047) – Ng, Klemens (1537)

 

Umframt Rógva og Heiðrikk, telva Silas og Høgni eisini á liveborðum í morginárini. Livetalv og paringar og úrslit kunnu síggast á:

http://nuortenpm.shakkiliitto.net/index.php?option=com_content&view=article&id=50&Itemid=41

 

N