Helgi Dam Ziska og Guðmundur Kjartansson telvaðu í dag javnt í sætta umfari í kappingini Runavík Open í Løkshøll. Altjóða meistarin úr Íslandi hevði vunnið øll fimm talvini fyri dagsins umfar, og var eitt stig undan Helga.
Helgi hevði hvíta fólkið, og byrjanin var fronsk. Umvegis eitt av minni kendu frábrigdunum kom upp ein ósmidlig støða við nógvum bindingum og avmarkaðum øki at arbeiða á. Helgi royndi eftir førimuni at søkja at í báðum borðum, men íslendingurin hevði fingið ta læstu støðu, sum tryggjaði honum status quo og remis. Les meira »