Heim / Ymiskt / Føroyskar kappingar (síða 2)

Føroyskar kappingar

Olaf Berg sannførandi sigur í HT-OPEN !

Sensationelt úrslit, soleiðis í endaspurtinum sunnudagin, at vinna á tveimum altjóða meistarum sama dag, tá 4. og seinasta 5. umfarið varð telvað. Endastøðan gjørdist, at John Rødgaard og Helgi Dam Ziska endaðu á deildum 3 plássi báðir við 3½ stigi, meðan Rógvi Egilstoft Nielsen smeyg sær uppá 2. plássið við 4 stigum.

Spennandi taktir frá Olaf Berg, sum telvar á 1. borði fyri Sandavágs Talvfelag í liðkappingini, nú FM fyri eintaklingar 2010 fer av bakkastokki um slakar 14 dagar á Giljanesi.    

Virðislønir fyri bestu avrikini í mun til styrkitølini vunnu Rúni Tindskarð Jacobsen úr Tórshavn og Signhild Durhuus úr Kollafirði.

14 luttakarar luttóku í kappingini, sum varð telvað í hølum Havnar Telvingarfelags í vikuskiftinum.

Helgi D. Ziska (3), Rúni T. Jacobsen (RV1), Rógvi E. Nielsen (2), Olaf Berg (1), Signhild Durhuus (RV2), John Rødgaard (3). 

Rúni og Signhild vunnu ratingvirðislønirnar

Rógvi E. Nielsen væl við í Grand Prix kappingini og Heiðrikur Tindskarð Jacobsen

Herluf Hansen mátti lúta fyri vinnaranum Olafi Berg

Olaf Berg og Helgi Dam Ziska: Sera stinnir ungir telvarar úr Havnini

Eli W. Finnsson yngsti luttakarin úr Havnini ímóti Herlufi Hansen

Nakað óvæntað ikki ovastir hesuferð – Helgi og John. Hinvegin hildu teir hvønn annan “skák”, við janvleiki, í samlaðu Grand Prix kappingini við deildum 3. plássi

Bestu genturnar í U13, sum royna seg í NM í Íslandi í apríl mánað, Signhild Durhuus og Hanna Jacobsen, nýttu høvið at hita upp til NM.

 

Sára og Hanna vunnu FM fyri gentur !

 

 

  

U16 bólkin vann Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, sannførandi á Elsubu M. Petersen, av Viðareiði, men ungu kvinnurnar vísti báðar góðar taktir. Sára hevur fyrr vunnið FM og eisini luttikið í Norðurlandameistaraheitinum í talvi fyri gentur við góðum úrslitum, og verður hon eisini við til NM, sum í ár verður í Íslandi 23 – 25 apríl.

 

 

U16: Sára Traber Olsen (1), Elsuba M. Petersen (2) 

 

Elsuba luttók fyri fyrstu ferð í almennari talvkapping, men smæddist ikki burtur og hevur nógv gott í væntu.

 

 

U13 bólkurin varð ein gysari av aðrari verð. Hóast tað bert vóru 6 gentur við í kappingini, so var spenningur frá fyrsta leiki.

 

Genturnar løgdu nógv fyri, og vísti allar góð talvevnir. Anna Absalonsen var við fyri fyrstu ferð, men fekk hóast hetta 2 stig. Silja og Tordis vístu enn einaferð, at talvevnini eru góð.

 

 

Eftir at 3 umfør vóru telvd var Signhild Djurhuus, úr Kollafirði, á odda við fullum stigatali. Men í 4  umfari tapti hon ímóti Honnu Jacobsen, sum bert var eitt stig aftanfyri. Samstundis kom Kára Durhuus, ið tapti heldur óvæntað í fyrsta umfari móti óroyndu Onnu av Viðareiði við sjógv á bak eltandi oddin. Seinasta umfarið lagaði tað soleiðis, at tríggjar lógu javnar í oddinum, men tvær av teim skuldu møtast. Kára møtti Signhild og har dróg Signhild longra stráið. Hin oddafiskurin Hanna, vann á Tordis og tískil mátti umdystur til fyri at finna vinnaran.

 

 

Tvey talv á 10 minuttir vóru fyrst á skránni. Drápuligi umdysturin byrjaði við at Hanna vann fyrra talvið við svørtum, men tapti seinna við hvítum. Tískil mátti enn ein dystur til, hesa ferð við tveimum talvum á 5 minuttir.

 

 

Her vann Hanna bæði talvini og gjørdist FM vinnari í U13.

 

U13: Signhild Djurhuus (2), Hanna Jacobsen (1), Kára Durhuus (3) – allar úr Kollafirði 

 

 

Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúli, Kollafjarðar Skúli og Kári Durhuus – og sjálvsagt genturnar eisini – eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri ein ófatuliga spennandi enda á einari frálíkari kapping.

 

Sára T. Olsen, úr Tórshavn og Hanna Jacobsen og Signhild Djurhuus, báðar úr Kollafirði, luttaka í NM í talvi fyri gentur 2010, sum verður í Íslandi í apríl mánað.

 

Hjartaliga tillukku við úrslitunum og úttøkuni, og góða eydnu til NM.

 

TALVSAMBAND FØROYA

 

Skrivað/myndir: Finnbjørn Vang

 

 

 

Grettir og Kári til spennandi talvorrustu í millum frægastu genturnar í Føroyum ! 

Finnbjørn Vang skipaði fyri vegna Talvsambandið og handaði snotuligu steypini ! 

 

 

  

 

Innbjóðing: HT OPEN 2010 !

Kappingin byrjar fríggjadagin 12. mars, kl. 18.00, tá eitt umfar verður telvað. Leygar- og sunnudagin verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.

Tíðin til alt talvið verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri hvønn. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 12. mars.

Tilmelding

Meldið luttøku hjá Finn Larsen: tlf. 59 86 27 og ella við telduposti til filar@post.olivant.fo

Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 11. mars kl. 21:00

Møtið Fjølment !

Havnar Telvingarfelag

Rødgaard ósvitaligur !

 

Eftir at 7 umfør vóru telvað, varð John ovastur við 6½ stigi av 7 møguligum og harvið vinnari. Finnbjørn Vang átti hálva stigið ímóti vinnaranum og gjørdist nr. 2. 17 ára gamli unglingin úr Havnini, Hjalti Tofum Jógvansson, gjørdi enn einaferð vart við seg og gjørdist nr. 3 við 5 stigum.

Stinnastur fyri telvarar við styrkitalinum 1400 og lægri var Heðin Gregersen. Helgi Joensen, var stinnastur fyri telvarar 1900 og lægri.

20 telvarar luttóku í kappingini.

Stigatalvan er ávegis.

 

Innbjóðing: FM í talvi fyri Gentur 2010 !

 

 

 

 

 

Telvararnir verða býttar upp í 3 FM-aldursbólkar:

U13: Gentur føddar í 1997 el. seinni

U16: Gentur føddar í 1994 el. seinni

U19: Gentur føddar í 1990 el. seinni.

Luttøkugjald

Tað er ókeypis at luttaka

Tilmelding

Luttakarar kunnu melda seg til við at senda teldupost til snarbjorn@hotmail.com ella ringja 22 14 22.

Upplýsið navn og føðingardag (dd/mm/ár).

Meldið luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 5. mars kl. 19.00.

Vinningar

Heiðursmerki verða latin fremstu luttakarunum í øllum bólkum.

Harafturat er FM-kappingin vegleiðandi úttøkukapping til NM fyri gentur, ið verður í Íslandi 23.-25. Apríl 2010.

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

Innbjóðing: Grand Prix KTF-KVIK 2010 !

Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri hvønn. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til á tlf. 77 50 54 ella snarbjorn@hotmail.com

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 5. mars kl. 20.00

Møtið fjølment !

KLAKSVÍKAR TALVFELAG

Helgi vann ST-Grand Prix 2010

Telvað vórðu 7 umfør, har telvararnir høvdu 15. min. í part.

Virðislønir vórðu latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Nr. 1 gjørdist Helgi Dam Ziska við 6½ stigi.

Nr. 2 gjørdist John Rødgaard við 5½ stigi.

Nr. 3 gjørdist Carl Eli N. Samuelsen við 5 stigum, javnur í stigum við Finnbjørn Vang, sum gjørdist nr. 4.

Silas Eysteinsson fekk virðisløn fyri besta avrik fyri teir, sum hava rating undir 1200.

Hans Dánjal Joensen fekk virðisløn fyri besta avrik fyri teir, sum hava rating 1200-1500.

Margar Berg fekk virðisløn fyri besta avrik fyri teir, sum hava rating 1200-1700.

Finnbjørn Vang fekk virðisløn fyri besta avrik fyri teir, sum hava rating 1700-2100.

Sí endaúrslitið: HER

Sára hitar upp til FM fyri gentur komandi vikuskifti !

Hugaligt – hugaligt ! Okkara allar sterkastu eru við har tað hendir. Og innast í myndini, hin yngsti, Janus Skaale.

IM-arar og spennandi Sandavágs-brøður !

Janus leitar eftir frægasta leikinum

Spenningur í luftini – sera sera stinnir og ivaleyst ikki minst spentir til FM endabrestin í liðkappingini !

Julian – energiskur unglingi – ímóti Alfred Olsen, júst komin heimaftur frá frálíkari NM-kapping úr Svøríki. Tað grør. 

Skrivað: Jóanis Nielsen – Portalur, har Talv altíð er í fremstu røð: sí – www.joanisnielsen.fo

Myndir: Joanis Nielsen og Finnbjørn Vang 

Sett saman og myndatekstir: Jógvan Joensen

Innbjóðing: Grand Prix ST-KVIK 2010: Tilmeldingar higartil

Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri hvønn. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 53 27 00

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 26. februar kl. 20.00

Møtið fjølment !

SANDAVÁGS TALVFELAG

 

TILMELDINGAR HIGARTIL:

 

Navn                                    Felag                      Rating

 

John Rødgaard                      VT                      2344

Carl Eli N. Samuelsen            VT                      2246

Rógvi E. Nielsen                    ST                      2065

Finnbjørn Vang                      KTF                   2065

Herluf Hansen                        HT                      2027

Torkil Nielsen                        ST                      2021

Heiðrikur T. Jacobsen            HT                      1637

Høgni E. Nielsen                    ST                      1625

Gutti Petersen                        ST                      1501

Johan Hentze                         Rókur                 1381

Sára T. Olsen                        HT                      1373

Hans Dánjal Joensen              ST                      1366

Rúni T. Jacobsen                   HT                      1272

Herman Joensen                    ST                      1061

Silas Eyðsteinsson                 ST                      1040

Eli W. Finnson                      HT                      1036

Karl Marius Dahl                  KT                      1000