ST kvik sunnudagin

Sunnudagin 20. mars kl. 14 skipar Sandavágs Talvfelag talvkapping. Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Les meira »

Havnarmenn á odda

Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi.  Havnar Telvingarfelag er nú eitt stig fremri enn Sandavágs Talvfelag fyri seinasta umfar, sum verður um tvær vikur. Tá hittast oddaliðini í einum finaludysti um FM-heitið.

Les meira »

Rókur Open 2022

Komandi vikuskiftið 4.-6. mars 2022 verður Rókur-Open telvað í skúlanum við Streymin. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Borð um borð í toppinum

Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi. Bæði liðini vunnu ruddiliga í áttanda og triðisíðsta umfari í dag. Havnarmenn vunnu eitt hálvt stig í innanhýsis kappingini, og tað ber í sær, at bæði liðini hava 24½ stig hvørt eftir dystirnar í dag.

Les meira »

Eiði karmur um FM í talvi

Fyri fyrstu ferð í talvsøgu Føroya skal Eiði hýsa FM í talvi fyri einstaklingar, sum aftur í ár verður telvað um páskini. Kappingin verður telvað í Mentanarhøllini á Eiði í døgunum frá 9. apríl – 15. apríl, og tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya.

Les meira »

Talvkapping á Eiði sunnudagin

Eftir ein longri steðg frá almennum talvkappingum, verður skipað fyri talvkapping á Eiði sunnudagin kl. 14. Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Les meira »

Vágamenn stavnin undan

Bæði oddaliðini vunnu stórsigrar í sjeynda umfari í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin. Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag vundu úr B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, og otaðu seg eitt hálvt stig framum A-liðið hjá havnarmonnum. Sandavágur hevur nú 21½ stig, Havnin 21. Fimm stig eru aftur til Klaksvík á triðja plássi, ið sostatt má metast at vera gliðið úr FM-stríðnum.

Les meira »

Framvegis stavn um stavn

Tað stendur framvegis á jøvnum millum oddaliðini í landskappingini í talvi. Sandavágsmenn og havnarmenn fylgjast í toppstríðnum. Bæði hava 17½ stig hvørt eftir seks av tíggju umførum.   Seinnapartin verður telvað í øllum deildum. Tá eru dystirnir í sjeynda umfari á skránni.   Dystirnir í fyrsta umfari í seinnu hálvu í landskappingini broyttu ikki støðuna. Sætta umfar var hitt fyrsta í nýggja árinum eftir steðgin um árskifftið. Sjøtil var settur á hetta umfar fyri tveimum vikum síðani, men korona hevur tarnað so mikið, at ikki fyrr enn fríggjakvøldið í hesi vikuni var alt liðugt.

Les meira »

GP3 verður telvað á netinum

Eftir ætlan skuldi Rókur-Open verða telvað í vikuskiftinum, men avgjørt er at hava eina talvkapping á netinum ístaðin, nú nógv korona smitta er í samfelagnum. Kappingin verður leygarkvøldið kl. 18.00.

Les meira »