Kvik-talvkapping var fyri børn í Kollafjarða skúla í gjár, 25. februar. Hettar var 7. av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum TSF í samstarvi við talvfeløgini kring landið skipa fyri. 28 børn tóku lut hesuferð í tveimum aldursbólkum. 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Kappingin vardi 6 umfør.
Les meira »Endaspurturin byrjar
Í morgin sunnudagin verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg. Tvey stig eru á muni millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hittast í síðsta umfari um tvær vikur. Í morgin fæst so greiði á, hvørjar fyritreytirnar fyri avgerandi innanhýsis dystin í síðsta umfari verða - verður núverandi munurin standandi óbroyttur, økist hann ella styttist hann?
Les meira »Innbjóðing til TT-Kvik 2024
7. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Tofta Talvfelag komandi leygardag, 24. februar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Innbjóðing: BGP7 í Kollafirði
Komandi leygardag, 24. februar, verður kviktalvkapping fyri børn í Kollafjarðar Skúla. Talan er um 7. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Kollafirði byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.
Les meira »Luitjen næstbestur í NM
18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag var næstfremstur í sterkasta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum endaði í dag. Hin føroyski telvarin í A-bólkinum, Jón í Horni Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, stóð seg eisini væl, og rakk einum fjórða plássi.
Les meira »NM dagur 3
Í A bólkinum var einki at seta fingurin á í dag. Jón telvaði væl og fekk veruliga gongd á taktisku kombinatiónirnar og vann bæði talvini í dag ímóti sterkari mótstøðu. Luitjen hevði medalju kjansir tá dagurin byrjaði og hesum fór hann eftir við heilum huga. Luitjen vann bæði talvini í dag og tryggjaði sær annaðplássi. Luitjen endar nr. 2 við 4,5 stigum og Jón nr. 4 við 3,5.
Les meira »Úrslit & myndir: BGP6 í Gøtu
6. Barna Grand Prix kapping út av 10 varð telvað í Víkingahúsinum í Gøtu t. 10. februar. Telvað vóru 6 umfør í tveimum aldursbólkum: 4 flokkur og yngri og 5 flokkur og eldri. 10 minuttir + 5 sekund høvdu børnini á klokkuni.
Les meira »NM dagur 2
Telvarnir settust væl hýrdir við borðini kl.9 í morgun. Í A bólkinum helt Luitjen fram har hann slepti í gjár, og vann í 3.umfari. Jón pressaði mótstøðumannin, men kongastøðan var í so opin og talvið endaði remis, tí Jón slapp ikki undan skákunum.
Les meira »NM í Finnlandi
Eftir ein langan ferðadag, har vit møttu á flogvøllinum í Vágum kl. 7 um morgunin, komu vit fram til Paivola Institute í Valkeokoski seint á kvøldi hósdagin. Staðsetingin er heldur avsíðis, so her eru góðar umstøður at hugsavna seg um telvingina.
Les meira »Havnin økir
Eitt stig var á muni millum kappingarneytarnar Havnina og Sandavág fyri dystirnar í áttanda umfari sunnudagin - nú eru havnarmenn tvey stig fremri. Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi, og hóast havnarliðið hevur munin, er stríðið um FM-heitið framvegis ógvuliga spennandi. Avgerðin fellur væntandi í innanhýsis dysti á síðsta leikdegi.
Les meira »