Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 10)

Seinastu Tíðindini

Faroes Open: GM Julio Granda einsamallur á odda

Tvey umfør eru telvað av stóru talvkappingini Faroes Open í dag. Telvararnar løgdu til brots longu kl. 10 í morgun, tá fyrsta av dagsins umførum bleiv telvað, og so sótu teir aftur við talvborðini seinnapartin kl. 17.00, tá seinna av dagsins umførum fór í gongd.

Les meira »

Snarkapping

Í samband við altjóða talvkappingina Faroesopen, verður skipað fyri snarkapping fríggjakvøldið 14.07.2017 kl. 20.30 í Kollafjarðar skúla. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

Favorittarnir vunnu í Kollafirði

Í dag blivu fyrstu leikirnir fluttir av stóru talvkappingini Faroes Open, sum verður telvað í skúlanum í Kollafirði í hesum døgum í sambandi við at Kollafjarðar Talvfelag fyllir 50 ár í ár. Les meira »

Heldur linligt NM-avrik

Hvørki Helgi Dam Ziska ella Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdu hol í sjógvin í norðurlandameistarakappingini í talvi í svenska býnum Vaxjø, sum endaði í dag. Hvørgin rakk kravda setninginum, og báðir missa burtur av sínum altjóða styrkitali. Les meira »

Stór talvkapping í Kollafirði

Í døgunum frá 12. – 19. juli verður Kollafjørðar karmur um stóra altjóða talvkapping. Kappingin hevur fingið navnið Faroes Open, og ætlanin er, at kappingin skal gerast ein fastur partur av føroyska talvárinum. Les meira »

Reykjavik Open: Seinasta umfarið gav flest stig

Tíggjunda og seinasta umfarið, var tað umfarið føroyingarnir fingu flest stig, 7.

Fleiri góð úrslit vóru í gjár, m.a. vann Janus Skaale (1765) á Jay A Carr (2086), Leif Reinert Fjallheim (1667) vann á Palmar Breidfjord  (1866) og Luitjen Akselsson Apol (1561) vann á Gerd Meier (1779). Helgi Dam Ziska (2553) telvaði javnt ímóti IM Bjørn Ahlander (2416).  Les meira »

Reykjavik Open: Eygleiðingar frá eini mammu

Reykjavík Open: næstseinasta umfar

Eg kendi ikki bisp fyri rók, áðrenn alt hetta byrjaði. Í mínum barndómi var talv ein dreingjadagdvølja burturav, men eldri beiggi mín lærdi meg at spæla dam, so eg visti um finnu, hon drepur á skák.
Einaferð las eg eisini eina skaldsøgu, Dronninggambit, kallaðist hon. Minnist meg rætt, var hetta ein kærleikssøga har høvuðspersónurin telvaði seg fram til ta røttu, og eg royndi at imponera onkran garvaðan telvara, tí eg kendi orðið gambit. Les meira »