Sandavágur á odda

Landskappingin í talvi millum feløg er byrjað aftur. Í morgin sunnudagin er triðja umfar á skránni.   Í 1. deild hevur Sandavágs Talvfelag fingið bestu byrjanina. Vágamenn hava vunnið báðar dystirnar ruddiliga, og lagt seg greitt á odda. 

Les meira »

Talvkapping á netinum

Leygardagin 10.10.2020 kl. 19:00 verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

Liðkappingin 2020/2021

Liðkappingin 2020/2021 byrjar sunnudagin 04.10.2020. 24 lið eru tilmeldaði til kappingina hjá vaksnum. Umfram hetta eru 6 lið tilmeldaði til Unglingadeildina.

Les meira »

Talvkapping á Eiði

Fyrsta Gand Prix kappingin hetta kappingarárið verður á Eiði leygardagin 26.09.2020. Byrjað verður at telva kl. 14:00. Kappingin er fyri øllum, bæði royndum og minni royndum.

Les meira »