Sandavágsmenn á odda

Landskappingin í talvi er byrjað. Tvey umfør eru avgreidd, og í morgin er triðja umfar á skránni.   Í 1. deild er gongdin tann vanliga. Vágamenn leypa avstað. Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag eru sær sjálvum líkir seinir í byrjanarspurtinum, og liggja longu eina hálva bátslongd aftanfyri Sandavág.  Og uppflytararnir – Kollafjarðar Talvfelag – hava sum væntandi var ilt við at standa seg móti hinum.

Les meira »

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Hólmahúsið (fótbóltshúsið) á Eiði verður karmur um FM-Snar og FM-Kvik dagarnar 12. og 13. november. Byrjað verður leygardagin kl. 13.30, tá FM-Snar verður telvað. Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

Les meira »

Innbjóðing til Barnatalvkapping fyri lið í Klaksvík 5/11

Leygardagin tann 5. november verður barnatalvkapping fyri lið aftur á skránni, hesaferð á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar kl. 10:00. 4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini gott hava útskiftarar. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni. Tiltakið er serliga eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar.

Les meira »

Innbjóðing til ST-Open

Sandavágs Talvfelag bjóðar til GP 2, ST Open, vikuskiftið 28.-30. oktober 2022 Stað: Hølum felagsins (Virkishúsið við Ánna, í Sandavági)

Les meira »

Úrslit og myndir frá barnaliðkappingini í Havn

Leygardagin 22. oktober varð barnatalvkapping fyri lið telvað í Finsen í Havn. 6 lið vóru tilmeldaði, 3 í hvørjum aldursbólki, og valdu vit tí at leggja bólkarnar saman. Soleiðis sluppu øll at telva 5 umfør, øll ímóti øllum. Vinnararnir í kappingini gjørdust hesir:

Les meira »

Talvkapping á netinum

Leygarkvøldið 15. Oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

Luitjen tapti finaluna

16 ára gamli føroyski telvarin, Luitjen Akselsson Apol, fekk frálíkt úrslit í EM-einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa suðuri í Liktinstein.   Endaliga úrslitið var, at hann gjørdist nummar trý av tíggju telvarum. Hann var styrkismettur sum nummar seks. Fyri seinasta umfar í gjár stóð á jøvnum millum Luitjen og favorittin, 19 ára gamla Henderson de la Fuente Lance, úr Andorra.  Men finaludystin teirra millum vann spanski stórmeistarin, sum umboðar Andorra.

Les meira »