Nýggjur stórmeistari í Føroyum

Helgi Dam Ziska gjørdist í 2016 fyrsti stórmeistari í talvi í Føroyum, men nú gongur annar stórmeistari norðuri í Klaksvík.    Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum í næstum fyllir 30, er fluttur til Føroyar, og hevur búsett seg í Klaksvík. Hann er millum sterkastu telvarar í Moldova, og hevur fleiri ferðir umboðað Moldova á talvolympiadum. Styrkital hansara er 2461. Bara Helgi Dam Ziska hevur hægri styrkital í Føroyum.

Les meira »

Talvkapping á chess.com

Leygardagin, 6. februar 2021 kl. 18.00, verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

Vágamenn økja

Í dag var so sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi fyri lið. Dystirnir í sætta umfari í dag áttu av røttum at verið avgreiddir fyri tveimum vikum síðani, men vórðu útsettir vegna korona.

Les meira »

Rókur Open 2021

Komandi vikuskiftið 29.-31. jan. 2021 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Dagførdur talvkalendari

7. januar bleiv avgjørt, at eingin telving skuldu verða næstu 14 dagarnar. Hetta hevur havt við sær, at nakrar broytingar máttust gerast í Talvkalendaran 2020-21.

Les meira »

Eingin telving næstu 2 vikurnar

Vegna korona støðuna verður eingin telving næstu 14 dagarnar. Hetta hevur við sær, at 6. umfar í liðkappingini, Rókur-Open og 7. umfar í unglingum verður útsett.

Les meira »

Finalubólkar í 3. deild

Fram til jólar hevur verið telvað í tveimum bólkum í 3. deild. Nú verða nýggir bólkar gjørdir. 3 tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma í A bólkin, meðan 3 tey niðastu liðini koma í B bólkin.

Les meira »

Úrslit frá NM úttøku-finaluni

NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Føroyum í komandi ári, og sunnudagin 29. novembur varð finalan um NM úttøkurnar hildin í Klaksvík, har tey føroysku umboðini skuldu finnast.  25 børn og ung luttóku í teimum fimm aldursbólkunum.

Les meira »

Helgi var suverenur

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi.    Talvsamband Føroya skipaði fyri saman við Tofta Talvfelag, sum hýsti kappingunum. Snarkappingin var fríggjakvøldið, og kvikkappingin leygardagin. 

Les meira »

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Sunnudagin 29. november verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Føroyum í februar 2021. 10 føroyskir telvarar sleppa við.

Les meira »