Aftur ein javnleikur

Tað endaði 2- 2 móti Kosovo í næstsíðsta umfari í EM-kappingini í talvi í dag. Í seinasta umfari í morgin mánadagin telva Føroyar móti Albania - sama dag, sum londini hittast í fótbóltslandsdysti í Tirana.

Les meira »

Úrslit: NM úttøku-undankappingarnar

Seinna NM úttøku-undankappingin var í Tofta Skúla í gjár. Tá skuldi avgerast, hvør ið sleppur við í finaluna, har ið kappast verður um NM luttøku. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið komandi ár. 8 sleppa við í finaluna í hvørjum bólki. Finalan verður í Sandavági um 2 vikur.

Les meira »

2-2 móti Finnlandi

Føroyar telvaðu í kvøld javnt móti Finnlandi í EM-kappingini fyri landslið í Montenegro. Eitt fínt úrslit. Men vit áttu av røttum at vunnið. John hevði ein av teimum døgunum, tá ið talvið allan vegin er í sunnari javnvág, og eingin vandi er á ferð. Eitt trygt remis, og so var botnurin lagdur. 

Les meira »

Móti Finnlandi í dag

Í sjeynda og triðsíðsta umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro telva Føroyar móti Finnlandi. Finnlendingar eru styrkismettir ovari enn vit, og hava hægri ratingtøl á øllum borðum. Fyritreytirnar eru tí tær somu sum í at kalla hvørjum dysti; vit eru the underdog.

Les meira »

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Komandi vikuskifti verður Víkingahúsið (fótbóltshúsið) í Gøtu karmur um FM-Snar og FM-Kvik 2023, dagarnar 24. og 25. november. Byrjað verður leygardagin kl. 13.30, tá FM-Snar verður telvað. Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

Les meira »

Føroyar í stórum stíli

So eydnaðist tað endiliga. Føroyar vunnu í kvøld sín fyrsta dyst í stóru EM-stevnuni fyri talvlandslið suðuri í Montenegro. Og tað so ruddiliga eisini. 3½-½ vunnu Føroyar á Skotlandi. Vorðið sum, má sigast.

Les meira »

Sama søga

Tað gongur ikki illa hjá føroysku telvarunum í krútsterku EM-stevnuni í Montenegro, tó at vit hava tapt allar dystirnar higartil.    Triðja dagin á rað taptu okkara menn 2½-1½. Hesaferð møttu vit eykamonnunum hjá vertstjóðini. Tað endaði aftur javnt á trimum av fýra borðum. Men so tapa vit fjórða talvið og harvið dystin.   Í dag var tað Rógvi Egilstoft, sum lá eftirá. Rógvi hevur annars verið ósigraður í kappingini higartil. Mótstøðumenninir høvdu hægri styrkitøl á fremstu trimum borðunum, men mótstøðuliðið er bara eitt pláss ovari enn vit í styrkismetingini.   Martin Poulsen fekk eitt kærkomið remis í dag. Hann hevði svarta fólkið móti altjóða meistara við væl hægri styrkitali, men í dag hepnaðist tað, sum mishepnaðist í gjár.   Høgni og John halda fast um góðu gongdina, og fingu báðir remis.

Les meira »

Innbjóðing: FM fyri gentur 2023

Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 19. november í skúlanum á Strondum: hettar er FM fyri gentur 2023. Kappingin verður skipað sum ein kapping, har ið tíðin á klokkuni er 10 minuttir í part + 5 sekund per leik; tó, umframt føroyameistaraheitið, verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið 2024 fyri gentur í 3 ymiskum aldursbólkum.

Les meira »